Hava fingið byggiloyvi til kirkjuna á Argjum

Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu í morgun er samtykt at geva byggiloyvi til nýggju kirkjuna við Sandá á Argjum

Men byggiloyvið er ikki meira endaligt enn so, at málið skal leggjast fyri býráðið, áðrenn tað verður samtykt. 

 

Í nevndini vóru 2 atkvøður fyri, 1 ímóti og 2 blankar.

 

Tað vóru umboðini hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum, sum atkøvddu fyri, Annfinn Brekkstein og Jákup Dam, meðan umboðið hjá Framsókn, Súsanna Olsen, atkvøddi ímóti. Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen úr Javnaðarflokkinum atkvøddu blankt.

 

Málið skal nú fyri á býráðsfundi og má samtykkjast har, fyri at endaligt byggiloyvi kann skrivast út.

 

Greitt er, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin taka undir við málinum. Greitt er eisini, at Framsókn er ímóti. Í Tjóðveldi er ikki semja. Eitt nú hevur Gunvør Balle um vikuskiftið skrivað ímóti málinum á Facebook. Men Jákup Dam úr Tjóðveldi er fyri.

 

Greitt er ikki, hvørja støðu tey seks umboðini hjá Javnaðarflokkinum hava.