Í vetur hevur ferðslan fyri tað mesta verið av Svangaskarði og suður í Gundadal.
Í kvøld boðað B68 frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein HB spælara.
Talan er um Djóna Samuelsen.
18 ára gamli Djóni Samuelsen var í fjør tann drúgvasti á næstbesta HB liðnum. Hann spældi 23 dystir og skoraði trý mál.
Sambært FaroeSoccer hevur hann tvær ferðir verið á vøllinum í bestu deildini. Tað var á heysti í 2023, tá ið hann varð skiftur inn á HB liðið, sum á heimavølli vann 2-0 ímóti 07 Vestur og vann 7-2 í Fuglafirði.
Nú fer Djóni Samuelsen at royna seg á Svangaskarði, har møguleikin at sleppa framat í bestu deildini ivaleyst er størri, enn hann hevði verið í barndómsfelagnum HB.
Í 2024 var Djóni Samuelsen tríggjar ferðir á U-19 landsliðnum, har hann skoraði eitt mál.