Hava fingið nýggjan fíggjarleiðara

Upprunaliga er hann bankalærdur, men hann hevur verið á Strandferðsluni í eina tíð

Strandferðslan hevur nú fingið nýggjan fíggjarleiðara. Tað er 44 ára gamli Dan Djurhuus í Vági. Upprunaliga er hann bankalærdur í Bank Nordik og í nógv ár var hann vinnukundaráðgevari í bankanum. 

Síðani í fjør hevur hann verið kontrollari á Fíggjardeildini hjá Strandferðsluni og hetta seinasta hálva árið hevur hann verið virkandi fíggjarleiðari og nú er hann so settur í fast starv. 

Umframt bankaatstøðina hevur Dan staðið HD 1 og HD 2 í fíggjarligari ráðgeving. Hann hevur eisini royndir sum virkin eigari í vinnuligum virksemi, sigur Strandferðslan