Rækjutrolarin Akamalik í Grønlandi, sum hevur føroyskar yvirmenn, hevur fiskað sera væl í ár. Jógvan Tróndarson, skipari, sigur, at teir hava fiskað 10.500 tons í ár. Í dag, nýggjársaftan, sigla teir inn við fullum skipi
- Tað magiska talið at náa í umsetningi, tá árið er av, er 100 milliónir. Í ár hevur tað gingið væl hjá rækjuskipunum í Grønlandi. Rækjurnar hava verið størri, væl hevur verið at fingið, og prísirnir nøkunlunda, greiðir Jógvan Tróndarson frá, nú teir sigla inn við fullum skipi.
Hann sigur, at teir í ár hava fiskað 10.500 tons til eitt virði upp á 150 millónir kr.
- Hendan stóra virðisøking er við sama manskapstali og sama skipi. So nógv hevur ligið á herðunum í ár, men úrslitið er so har, greiðir Jógvan Tróndarson frá.
Teir hava verið úti 21 túrar. Lossingarnar eru sera effektivar. Jógvan Tróndarson greiðir frá, at teir koma inn um morgunin við 500 tonsum og sigla aftur vanliga eftir 24 tímum.
- Øll vøran, sum vit eksportera, verður vrappað á plattum, meðan ídnaðarrækjurnar, ið fabrikkirnar skulu hava at pilka her yviri, eru í 450 kg sekkjum og í 20 kg sekkjum. Lastin verður stúvað við trukki, sigur Jógvan Tróndarson.
Fiskireiðskapurin hjá Akamalik er úr Føroyum, har Vónin hevur gjørt trolini, og lemmarnir eru teir kendu lemmarnir frá Injector Trawldoors.
Fleiri føroyingar eru við Akamalik sum yvirmenn. Skipari er sum nevnt Jógvan Tróndarson við Meinhardi Johannesen sum yvirstýrinmanni, Óla Lindenskov og Hera Hansen sum fabriksleiðara og Christian Nielsen sum kokki. Linjohn Christiansen er skipari á hinari vaktini, og hevur hann fleiri føroyingar við eisini.
- Vit komu báðir yvir til Grønlands, tá Ejler Jacobsen seldi Sólborg í 1986. Vit vilja allir ynskja øllum okkara kæru, vinum og samstarvsfeløgum heima eitt gott nýggjár við einari tøkk fyri taå farna, heilsar Jógvan Tróndarson.