Fiskivinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
P/F Vár í Vestmanna hevur framvegis ætlanir við ísfiskatrolarunum Columbus og Nornagesti. Tað sigur Tummas Christophersen, útgerðarmaður, uttan at vilja koma nærri inn á, júst hvørjar ætlanir eru við bátunum.
Seinastu tíðina hevur graml verið at hoyrt um, at báðir ísfiskatrolararnir skuldu verið endaliga lagdir, tá tað ikki longur loysti seg at fiska við teimum. Báðir eru teir bygdir í 1961, og eru sostatt als ikki í nýggjara – og meira effektiva – partinum av flotanum.
Men hóast bátarnir hava ligið á Vestmanna eina tíð nú, eru bátarnir ikki endaliga lagdir, sigur Tummas Christophersen, og sigur, at kanska verður meira at frætta seinni.