Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av súltutoyi, sum eisini hevur verið at fingið til keyps í Føroyum.
Talan er um "REMA 1000 Brombær marmelade" har nettovektin er 400 gramm og haldførið er sett til 1. mars í 2018. Kodan er 01.03.2018 2, og EAN strikukotan er: 5705830005953
Og orsøkin til ávaringina, er, at eitt viðskiftafólk hevur boðað frá, at tað hevur funnið glaspetti í einari krukku, og sostatt er súltutoyið sjálvsagt ikki gott at eta.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tískil fólki, sum hava keypt krukkur við hesum slagi av súltutoyi, um at tveita tær burtur, ella um at lata tær inn aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.