Hava funnið hondgranat í Christiania

Lítil kunning verður givin um at ein hondgranat bleiv funnin mánadagin. Lóðurruddarar skulu beina hana burtur.

 

 

Mánadagin bleiv ein hondgranat funnin í Christiania í Keypmannahavn, sigur Lars Westerweel, kanningarleiðari í løgregluni í Keypmannahavn.

 

Lóðurruddarar frá donsku verjuni eru boðsendir til at taka sær av hondgranatini.

 

Lítið verður annars sagt um umstøðurnar kring fundið.

 

Tískil vita miðlarnir ikki, hvør fann hondgranatina, ei heldur, hvar í Christiania hon er funnin.

 

Sambært Lars Westerweel hevur talan ongantíð verið um stórvegis vanda í samband við fundið, ei heldur er økið avbyrgt.

 

Tað verður heldur ikki upplýst, um bumburuddararnir fara at spreingja hondgranatina fyri at gera hana óskaðiliga.

 

Í gjár doyði ein 60 ára gamal maður nærindis eina metrostøð í Stockholm, tá hann, sambært ástøðinum hjá løgregluni, boygdi seg niður og tók eina hondgranat upp, sum lá á gøtuni.

 

/ritzau/