Hava funnið nýtt eitur í Noregi

Fyri fyrstu ferð er eiturið, perfluoroktyl sulfonat (PFOS), staðfest í Noregi. Eiturið, sum er funnið í Mjøsa, verður hildið at vera krabbameinselvandi. Eisini verður hildið, at eiturið kann elva til fosturskaðar og gera immunverjuna veikari.
Tað er norska Hamar Arbeiderblad, sum ber hesi tíðindi.
At PFOS-eiturið er funnið júst í Mjøsa, halda serfrøðingar ikki vera so løgið, tá ið onnur eiturevni, eitt nú kiksilvur, PCB og eisini dioxsin, áður eru funnin í økinum.