Hava funnið druknaðu kvinnuna við Naddoddi

Í morgun var kvinnan funnin, sum drukaði, tá Naddoddur holvdist út fyri norsku strondina

Klokkan 07:10 í morgun var kvinnan funnin, sum ikki varð bjargað saman við hinum fimm, sum vóru við Naddoddi. Hon var funnin nakrar hundrað metrar frá holvda bátinum.

 

Talan er um Karlu Dana, sum er ung søgulesandi úr Mexico við serligum áhuga fyri víkingasøgu. Hon er í 20'unum.

 

Hóast umfatandi royndir, so eydnaðist ikki bjargingarliðunum at finna hana í gjárkvøldið, og tí varð farið aftur at leita í morgun.

 

Í dag upplýsir norska løgreglan, at kvinna nú er funnin og staðfeset deyð, og at tey avvarðandi eru kunnað.

 

Kvinnan var tikin upp av norsku kystvakten og staðfest deyð á staðnum, stendur í tíðindaskrivi.