VIDEO: Estland U19 - Føroyar U19 5-0 (4-0)

(Video) Síggj ein samandrátt av øðrum dystinum hjá føroysku U19-kvinnunum í Baltic Cup

Mynd: FSF

Føroyska U19-kvinnulandsliðið megnaði ikki í dag at fylgja upp á góða 1-0 sigurin á Litava í Baltic Cup fyri tveimum døgum síðani.

 

Føroyar taptu heili 0-5 fyri Estlandi. Estland skoraði fýra mál upp á 35 minuttir í fyrra hálvleiki.

 

Mánamorgunin klokkan 11 fær føroyska liðið møguleikan at reisa seg aftur. Tá er Lettland mótstøðuliðið í tí triðja og seinasta dystinum.

 

Lettland vann í dag 3-0 (1-0) á Litava. Fyrr í vikuni tapti Lettland 0-1 (0-1) fyri Estlandi. 

 

Estland hevur seks stig, Lettland og Føroyar hava trý stig hvør, og Litava hevur einki stig aftaná tvey tey fyrstu umførini í Baltic Cup.

 

HER ber til frá YouTube rásini hjá estiska fótbóltssambandinum at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Estland og Føroyar:

 

##med2##

 

Mynd: FSF