Hava funnið tungmetal í hesari fruktini

Dagrofa Aps afturkallar passiónsfrukt av merkinum EAT ME.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at vandi kann vera í einari vøru, sum er seld í Føroyum. Talan er um passiónsfrukt av merkinum EAT ME.

 

Ov høgt innihald av cadmium er staðfest í vøruni.

 

– ES hevur ásett markvirðið fyri cadmium í matvørum og passiónsfruktirnar hava ov høgt innihald. Talan kann sostatt verða um ein heilsuvanda. Tað er umráðandi, at brúkarar ikki hava ov høgt innihald av cadmium í matinum í longri tíðarskeið, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. 

 

Cadmium er eitt slag av tungmetal.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum hava keypt vøruna, til at beina hana burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.