Higartil hava bjargingarliðini funnið líkini av 282 námsarbeiðsmonnum, og alt bendir á, at talið fer at veksa.
-Vit royna at bjarga teimum, sum eru har niðri enn, mern vit hava onga vón um at finna nakran á lívi. Hetta er liðugt, sigur ein av bjargingarmonnunum við tíðindastovurnar. Hann sigur, at bjargingarmenninir sleppa ikki inn um eldin, sum er niðri í náminum, og tí sleppa teir ikki inn til arbeiðsmenninar, sum eru ella vóru innan fyri eldin.
-Og teir eru allir deyðir, sigur bjargingarmaðurin við fronsku tíðindastovuna AFP.
BBC sigur, at síðani gjáramorgunin er eingin arbeiðsmaður bjargaður á lívi.
Myndugleikarnir hava váttað, at 282 arbeiðsmenn eru funnir deyðir, men tað er rættiliga sammlíkt, at heta talið verður væl størri. 787 menn vóru í náminum, tá vanlukkan hendi, og sambært myndugleikunum eru knappliga 450 teirra fingnir upp haðani.