Tá skipað varð fyri tíðindafundi seinnapartin í gjár, har verkætlanin um stórhøllina - Føroya Arena - varð løgd fram, gjørdist eisini greitt, at Tórshavnar kommununa hevur sum mál at gera høvuðsstaðin til altjóða ráðstevnubý, sum handils- og vinnulívið og stovnar annars fyriskipa. Hetta hevði eisini verið við til at stuðla undir menningina av ferðavinnuni og tænastuvinnuni í kommununi.
Eisini í hesum sambandi varð gjørt vart við teir fjølbroyttu møguleikarnar, sum stórhøllin kann skapa. Harafturat er stórhøllin sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu eftir tíðindafundin eisini ætlað til at verða partur av føroysku tilbúgvingini - við egnari streym- og hitaveiting, tí høllin kann herberga stórari mannfjøld, um kreppustøða av einum og hvørjum slag skuldi tikið seg upp.
Sambært tekningunum kann stórhøllin rúma upp til 4600 fólkum - alt eftir, hvat tiltak talan er um. Til hondbóltsdystir kunnu verða umleið 2.700 áskoðarar í høllini og til eina konsert, har áskoðararnir standa, kunnu verða 4.600. Sita áskoðararnir, er pláss fyri umleið 3.600 fólkum. Aftrat høllini eru venjingarrúm, umklæðingarrúm, fundarhøli, veitingarrúm, goymsla og annað.
Høllin fer at hava eina brutto gólvvídd á 8.350 fermetrar, og her verður eitt slætt lendi kring høllina á 23.000 fermetrar - við eitt nú parkering til 650 bilar. Tað skal verða skjótt og lætt at koma til og frá við egnum bili, eins og buss-sambandið skal verða gott. Byggitíðin verður mett til 20 mánaðir, og kostnaðurin av stórhøllini er mettur til 217,8 miljónir krónur.
Tórshavnar kommuna hevur veitt eina tilsøgn á 108,6 miljónir krónur svarandi til 50 prosent av savnaða byggikostnaðinum. Tilsøgnin er treytað av, at hin helvtin verður fingin til vega uttanífrá, umvegis føroyskar stuðlar, stuðul frá landinum, útlendskar grunnar og annað.
Hetta er næsta stigið, sum arbeiðsbólkurin við vinnulívsmonnunum, Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurdssyni á odda, hava játtað at arbeiða fram ímóti, og eftir tíðindafundinum í gjár at døma hava teir góðar vónir um at finna fígging.
##med2##
Sambært Niels Mortensen hevur arbeiðsbólkurin saman við Articon nú gjørt tað neyðuga fyrireikingararbeiðið til næsta stigið í verkætlanini, nevniliga at fáa fígging til vega.
- Verkætlanin er klár, tekningar og kostnaðir eru greiðir, og tilfarið er gjørt. So nú hava vit nakað at selja verkætlanina uppá. Býráðið hevur givið tilsøgn um helvtina av fíggingini. Og tað er hetta stigið frá Tórshavnar Kommunu sum ger, at tað er vón til at finna hina helvtina, segði Niels Mortensen.
Tummas Justinussen helt fyri, at teir fara at finna áhugaðar íleggjarar.
- Tað er ikki bara-bara, tí talan er um 110 miljónir krónur. Men, tað er sannlíkt, at vit finna hasar pengarnar, so farast kann í gongd um ikki alt ov leingi. Tað kann kanska eisini gerast neyðugt hjá okkum at leita út um landoddarnar eftir fígging, eitt nú til grunnar og annað. Men, tað er kortini nógv sum bendir á, at hendan verkætlanin fer at fáa góða undirtøku frá einum breiðum føroyskum segmenti, segði Tummas Justinussen.
Sum skilst, skal eitt sjálvsognarfelag setast á stovn, sum skal standa fyri byggingini og eiga stórhøllina. Sambært viðtøkunum skal stýrið fyri sjálvsognarstovnin verða samansett av fleiri viðkomandi pørtum, eitt nú Tórshavnar kommuna, ÍSF, Vinnuhúsinum og øðrum. Tá byggingin er liðug, verður stórhøllin leigað út til eitt rakstrarfelag, sum skal standa fyri dagliga rakstrinum av høllini.
(Kelda: torshavn.fo)
##med3##