Í nýggjari vísindagrein leggja granskarar úr Føroyum og Danmark fram úrslit av kanningum av heilakyknum hjá grindahvali.
Tað eru Heidi S. Mortensen, Bente Pakkenberg, Maria Dam, Rune Dietz, Christian Sonne, Bjarni Mikkelsen og Nina Eriksen, ið hava skrivað vísindagreinina, sum er partur av masteruppgávuni hjá Heidi S. Mortensen, sum er umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni.
Í vísindagreinini verður víst á, at talið av neuronkyknum í heilanum á grindahvali er hægri enn á nøkrum øðrum súgdjóri, íroknað menniskju. Hetta kann tó ikki siga nakað beinleiðis um intelligens, tí aðrir faktorar, eitt nú tættleikin av neuronkyknum spæla inn har. Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Í enska samandráttinum av uppgávuni stendur, at av tí at hvalir hava stóran heila og vísa samansett atferðarmynstur, verður hildið, at teir eru sera gløggir, og hava tí verið væl umtók granskingarevni í longri tíð. Kortini eru tað fáar kanningar, ið hava hugt at talinum av heilakyknum í hvalum, sum gjørt verður í hesi kanningini.
Fyri fyrstu ferð verður ávíst, at tað finnast fleiri neocortical neuronir í einum slagi av delfin enn í nøkrum øðrum súgdjóri, íroknað menniskjum. Kanningin vísir, at grindahvalir hava meiri enn tvífalt so nógvar tílíkar heilakyknur sum menniskju. Kanningin vísir tí, at absolutta talið av neuronum í menniskjaliga neocortexinum samsvarar ikki við betru kognitivu eginleikarnar hjá menniskjum, sum annars hevur verið ført fram. Tað vísir seg tó, at tættleikin av slíkum kyknum er lægri enn hjá menniskjum og at hægra talið av slíkum kyknum í heilanum hjá grindahvalinum, tí heilt einfalt er av, at heilin hjá grindahvalinum er størri.