Hava heili 324 fólk á bíðilista

– Hetta eru teir veikastu borgararnir í samfelagnum, sum ikki fáa tær neyðugu sømdirnar frá Almannaverkinum

Almannaverkið hevur heili 324 fólk á bíðilista til ymsar tænastur og ymisk tilboð.Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Landsstýriskvinnan upplýsir, at 46 fólk eru á bíðilista til at fáa stuðul og 40 fólk eru á bíðilista til virknistilboð. Harumframt standa 43 fólk á bíðilista til umlætting og heili 167 fólk eru á bíðilista til vardan bústað. Harafturat eru tað 22 fólk sum búgva hjá Almannaverkinum frammanundan, men sum vilja hava ein annan bústað.

 

Landsstýriskvinnan sigur annars, at fýra fólk bíða eftir at sleppa undir endurvenjing og tey verða tikin inn so hvørt pláss er. Seks fólk bíða eftir at sleppa til viðlíkahaldsvenjing og eru tey ikki sloppin inn longu, verður tað í hvussu so er í næstuer um tað lagi, at tey eru tikin ikki Umsóknirnar eru játtaðar, og venjingin verður sett í verk í næstum, ella er longu sett í verk. Harumframt eru 13 umsóknir um viðlíkahaldsvenjing undir málsviðgerð.

 

Og somuleiðis eru fimm fólk eru á bíðilista til tænastuna ”Megna títt lív”, sum hevur til endamáls at lofta ungum við svárum sosialum ella sálarligum trupulleikum og álvarsligum rústrupulleikum.