Hava ikki skorað síðani 1998

Hóast teir av nógvum verða mettir millum sterkastu landslið í heiminum, so hevur Frakland ikki skorað í einum HM-endaspæli, síðani finaludystin í 1998

HM Bólkur G

Tá Emmanuel Petit móti dystarenda sendi bóltin í kassan til 3-0, var hetta mest av øllum ein maktdemonstratión. Frakland var tá heimsins sterkasta fótbóltstjóð, og við at vinna EM tvey ár seinni, gjørdist landið hitt einasta, ið sum heimsmeistari hevur vunnið EM-heitið í fótbólti.
Men síðani hevur gingið skeiva vegin fyri tað mesta. Í HM-endaspælinum fyri fýra árum síðani reyk Frakland út, uttan at liðið somikið sum hevði skorað. Í EM fyri tveimum árum síðani eydnaðist hóast alt at koma víðari úr bólkaspælinum, men verjukenda grikska liðið  sum seinni vann EM-heitið  var ov sterkt í fjórðingsfinalunum.
Og í gjár var greitt, at tað heldur ikki eydnaðist Fraklandi at basa Sveis, sum í veruleikanum var nærri sigrinum, enn Frakland var tað. Eina frísparksroynd høvdu sveisarar á stólpan, og í seinna hálvleiki høvdu teir onkrar heilt góðar møguleikar, sum góvu Fabian Barthez meira enn bara smávegis trupulleikar.
Í hinum endanum hevði Henry ein góðan møguleika fyri steðgin, men ta ferðina lá sendingin til hansara tó ov aftarliga. Í aðrar mátar var ógvuliga avmarkað, hvat Frakland megnaði at skapa. Bólturin gekk nógv um Zinedine Zidane, men hóast einstakar detaljur, so var ov sjáldan, at spælið frá hansara fótum gjørdist nóg hvast.
Enn eru tó tveir dystir eftir av bólkaspælinum, og við dystum móti Suður Korea og Togo eigur Frakland at hava sínar møguleikar at skora. Men tað er einki at ivast í, at trýstið á Raymond Domenech og hansara menn skjótt er um at gerast heilt stórt.

Togo leyp hvøkk á
Í fyrsta dystinum í gjár loypti Togo av álvara hvøkk á Suður Korea. Togo verður av flestu serfrøðingum mett sum avgjørt veikasta landið í endaspælinum, og ófriðurin kring venjarasessin mundi ikki gera fyrireikingarnar betri í so máta.
Lítla undirtippaða landið fekk tó sítt fyrsta mál, tá teir skoraðu einastu ferðina fyri steðgin, og eina løtu vóru Suður Koreanarar veruliga skelkaðir. Tað eydnaðist tó at koma á talvuna eftir steðgin, og við tveimum málum syrgdu teir fyri, at sleppa undan ringastu atfinningunum. Men nakrar ábendingar um eina endurtøku av hálvfinaluplássinum fyri fýra árum síðani, fingu vit tó ikki hesaferð.