Hava økt um starvsfólkatalið

Meðan flestu fyritøkur og stovnar repa seglini hevur ein nýggj avtala millum H-DYGD og Atlanticpane gjørt, at seinni nevnda hevur sett tvey nýggj fólk í starv, so tey nú starvast 11 fólk á virkinum í Kollafirði

Á sumri í 2006 fekk gamla glasfyritøkan Atlanticpane nýggjar eigarar. Tað vóru Dan Jacobsen og Heðin Zachariasen, sum keyptu virkið.

Atlanticpane byrjaði upprunaliga í Vestmanna, men bleiv so keypt til Kollafirðar, har virkið so heldur til enn.

- Vit hava so rikið fyritøkuna síðani. Og tað sum er tað nýggja í hesum er, at vit í februar í ár gjørdu eina avtalu við H-DYGD um at levera alt glasið til teirra framleiðslur, sigur Heðin Zachariasen.

At H-DYGD hevu nógv at gera sæst eisini aftur hjá Atlanticpane, og hvønn hósdag fer bilur úr Kollafirði til Vatnsoyrar og Miðvágs við rútum, sum H-DYGD so skal brúka í framleiðslu síni vikuna eftir.

Hvørki Heðin Zachariasen ella Dan Jacobsen hava starvast innan økið áður.

- Nei, men talan var kortini um eina fyritøku, sum eg kendi framman undan, og tá so møguleikin at keypa beyðst, so hildu vit báðir, at tað kundi verið áhugavert at roynt okkum innan glasframleiðslu, sigur Dan Jacobsen.

Atlanticpane er nú einasta fyritøkan í Føroyum, sum framleiðir glas.

- Tað var soleiðis, at Føroya Termovirkið eisini framleiddi glas, men teir eru so givnir, so vit eru teir einastu, sum framleiða rútar í Føroyum nú. Vit innflyta rávøruna í stórum nøgdum, og skera og líma hana so saman til rútar í teirri stødd, sum kundin ynskir. Talan er um allar dimensiónir og øll sløg, tað verið seg orkusparandi glas, vanligt glas ella litt glas. Alt verður gjørt eftir bílegging frá kundanum, sigur Heðin Zachariasen.

 

Effektiviserað

Hendan nýggja avtalan við H-DYGD merkir kortini ikki, at Atlanticpane bert levera til virkini í Vágum.

- Nei, vit levera eisini til meginpartin av privatu føroysku kundunum, og haraftrat hava vit eisini snikkaravirkir runt alt landið, sum vit levera til, sigur Dan Jacobsen.

Sum nevnt er Atlanticpane einasti rútaframleiðarin í Føroyum í løtuni, men kortini sleppa teir ikki undan kapping.

- Tað er sum við øllum øðrum vørum, tað verður nakað innflutt eisini, sigur Dan Jacobsen.

Men fyri at standa ímóti teirri kapppingini, hava teir nútímansgjørt framleiðsluna á Atlanticpane.

- Vit hava keypt nýggjar maskinur, sum effektivisera framleiðsluna munandi. Í dag verður so at siga einki gjørt við hond, og tað, sum tekur longstu tíð hjá okkum í dag, er at tasta støddirnar á rútunum inn á telduna. Síðani sker maskinan rútarnar í ynsktu støddina, og tað gongur ógvuliga skjótt fyri seg. Fyrr varð alt skorið við hond, so vit hava effektiviserað framleiðsluna munandi, og tað ger eisini, at vit kunnu bjóða okkum fram í kappingini við bíligu londini í gamla eystureuropa, sigur Heðin Zachariasen.

 

Nóg mikið at gera

Nýggja avtalan við H-DYGD hevur merkt, at teir hava havt meiri at gera á Atlanticpane.

- Vit eru í løtuni 11 starvsfólk á virkinum í Kollafirði, og tað sær út til at vera rímiliga passandi. Vit hava verið færri, men eftir at avtalan við H-DYGD kom upp á pláss, hava vit sett tvey starvsfólk aftrat, sigur Dan Jacobsen.

So tað sær rættiliga gott út hjá virkinum í løtuni, og eisini meta teir báðir, at framtíðar vánirnar eru bjartar.

- Vónirnar til framtíðina hevur mann altíð. Tað verður sagt, at fortíðina kennir tú, men ikki framtíðina, tó tað er eingin ivi um, at skal tú reka eitt vinnuvirki í Føroyum, so krevst, at tú sær bjart upp á framtíðina, og tað gera vit eisini, sigur Heðin Zachariasen.

Hann vísir á, at teir ikki hava havt meiri at gjørt enn nú.

- Vónandi fer tað at halda fram, og vit hava í hvussu er gjørt okkum út til at taka ímóti avbjóðingunum, og hóast vit eru teir einastu í Føroyum, sum framleiða glas, eru vit sjálvandi í kapping við aðrar uttanlands, og tað ætla vit okkum at liva upp til. Higartil hava vit havt rættiliga nógv at gjørt, og tað sær út til at fara at halda sær eisini restina av árinum, sigur Heðin Zachariasen.