Hava latið 13 ísraelskar gíslar leysar

Hamas hevur latið 13 ísraelskir gíslar í Gaza leysar. Eisini 12 teilendingar eru komnir úr fangaskapi

 

Mynd: Ronen Zvulun/Reuters/Ritzau Scanpix

Ein bólkur av ísraelskum gíslunum eru í dag slopnir leysar úr fangaskapi hjá Hamas og latnir hjálparfelagsskapinum Reyða Krossi.

Gíslarnir eru koyrdir við sjúkrabilum til Rafah-markið og eru stutt fyri klokkan 15 okkara tíð komnir til Egyptalands.

Tað skrivar fleiri ísraelskir miðlar sambært Reuters.

Skrivstovan hjá forsætisráðharranum í Ísrael váttar sambært CNN, at 13 ísraelskir gíslar er latnir leysir. Tað var frammanundan væntað, at 13 gíslar fóru at verða latnir leysir í dag, men tað var ógreitt, hvønn tjóðskap teir høvdu.

Tað eru tó latnir tilsamans 25 gíslar leysir.

Stutt undan leyslatingini ísraelsku ríkisborgarunum boðaði teilendski forsætisráðharrin frá, at 12 teilendskir gíslar vóru latnir leysir av Hamas.

Leyslatingin hendur sum liður í fangaumskifti við Ísrael og sama dag, sum ein vápnahvíld í Gaza og Ísrael er sett í gildi. Eftir ætlanini skal Ísrael í dag lata leysar 39 palestinar úr ísraelskum fongslum.

Sjálvt fangaumbýtið og vápnahvíldin eru komin í lag gjøgnum samráðingar, har bæði Qatar og Egyptaland hava meklað.

Hamas hevur játtað at lata 50 gíslar leysar hesar fýra dagarnar, sum vápnahvíldi varir.

Á hinari síðuni skal Ísrael lata 150 palestinkar fangar leysar.

Gíslarnir í Gaza hava verið hildnir fangar í næstan sjey vikur. Teir vórðu tiknir til fanga av Hamas, tá rørslan leyp á Ísrael 7. oktober.

Tilsamans 240 persónar við ymsum tjóðskapi eru tiknir sum gíslar.

/ritzau/

 

 

Mynd: Ronen Zvulun/Reuters/Ritzau Scanpix