Seinast VB var á odda í landskappingini, undan dystinum móti NSÍ í Runavík, tóktist tað sum hetta nervaði liðið.
Ta ferðina var líkt til, at leikararnir vóru tyngdir av nervum, men sambært venjaranum, Krsystof Popzynski, eru nervarnir ikki so nógvir í dag.
- Undan dystunum móti GÍ og B68 stóð nógv á hjá mær, men nú haldi eg bari, at vit allir gleða okkum til dystin.
Meira enn vænta
Orsøkina til hetta sigur venjarin vera, at undan kappingarárinum var tað eingin, sum roknaði við, at VB skuldi gera tær stóru skreytirnar.
- Tá høvdu ivaleyst øll verið glað, um vit høvdu vunnið silvurmerkini. Í dag hava vit tryggjað okkum silvurmerkini, men nú vilja øll hava meiræ. Hetta er eisini náttúrligt, men eftir mínari fatan, kunnu vit fara púra frígjørdir inn á vøllin, tí vit hava eftir mínari fatan einki at tapa. Vit hava longu nátt meira, enn nakar hevði droymt um.
- Hetta merkir tó ikki, at vit ikki fara eftir gullinum. Vit fara altíð á vøllin eftir trimum stigum, og soleiðis verður eisini í morgin. Møguleikin fyri gullinum er eisini betri, enn hann nakrantíð hevur verið, og sjálvsagt eru øll sera spent, um vit megna at taka av hesum møguleikanum. Fótbóltur er tó einaferð soleiðis, at um hitt liðið er betri, so gerst ikki við.
Allir tøkir
Til stóru uppgávuna, sum kanska er týdningarmesti dystur í søgu felagsins, hevur venjarin allar sínar mans tøkar.
- Vit hava ongar skaðar og eingi leikbann, so hópurin er 100% til reiðar. Uppgávan hjá mær verður so at seta sterkasta liðið saman, og so mugu vit síggja, hvussu langt hetta ber, sigur fryntligi venjarin at enda.
Sostatt tykist venjarin hjá VB at vera nógv róligari undan dystinum, enn flestu viðhaldsfólk felagsins eru. Um hetta er ein roynd at minka um trýstið á spælararnar ella ikki, skal ikki verða gitt um, men stndure tað til mótstøðuleikararnar, eigur VB at taka dystin í størsta álvara.