Hava róð níggju DM-heiðursmerki heim

Ungir føroyskir rógvarar hava fingið avbera góð úrslit til DM í inniróðri

DM í inniróðri hevur verið í Gladsaxe-høllini í Søborg í dag. Í alt 12 føroyskir rógvarar tóku lut. Av teimum vóru átta, sum kappaðust í ymisku unglingabólkunum. Eftir kappingina kann staðfestast, at føroysku rógvararnir fingu sera góð úrslit. Talan gjørdist nevniliga um heiðursmerki til níggju av teimum 12 rógvarunum, skrivar Róðrarsambandið.

 

Les eisini: Til DM í inniróðri

 

Tey fyrstu at kappast vóru teir fýra eldru rógvararnir. Her gjørdist úrslitið tvey gull heiðursmerki og tvey silvur heiðursmerki. Sarita Kristina Hansen og Jón Nónklett vunnu gull í ávikavist veteran bólkinum fyri kvinnur 30 – 39 ár lættvekt, og veteran bólkinum fyri menn 40 – 49 ár tungvekt. Bergur Dam Jensen og Toni Dam vunnu silvur í ávikavist veteran bólkinum fyri menn 30 – 39 ár lættvekt og 50 – 59 ár tungvekt.

 

Tey átta ungu, sum vóru bulurin í føroyska róðrarhópinum til DM, stóðu seg eisini sera væl. Her gjørdist talan um gull til bæði Sunnevu Lamhauge Leo, Emmu Landgaard Nagurset og Nikobu í Gong, sum róðu í bólkunum Junior C II piger 13 ár, Junior C piger 14 ár og Junior B piger 16 ár.

 

Helgi Olsen vann silvur í bólkinum Junior C drenge 14 ár og Unnur Wenningsted á Tórgarði vann bronsu í bólkinum Junior C piger 14 ár. Hjá Kristiannu Skarpheðinsdóttir og Elin Døgg Súnadóttir gjørdist talan um ávikavist eitt fjórða pláss og eitt sætta pláss í bólkinum Junior B II piger 15 ár.

 

Karlot Hergeirsson kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya og ferðaleiðari hjá føroyska hópinum vísir á, at Róðrarsambandið fegnast stórliga um góðu úrslitini, sum greitt vísa, at Føroyar eru ein sterk kappróðrartjóð.

 

Hann leggur afturat, at serliga úrslitini hjá teimum ungu rógvarunum vísa, at føroyski kappróðurin og inniróðurin hava eina bjarta framtíð eins og at miðvísa arbeiðið, sum Róðrarsambandið er farið undir seinastu árini fyri at menna og skipa inniróðurin, gevur góð úrslit. 

 

Niðanfyri síggjast úrslitini hjá føroysku rógvarunum á vanliga kappingarteininum:

Sunneva Lamhauge Leo          gull      Junior C II piger 13 år              3min                767m

Emma Landgaard Nagurset   gull      Junior C piger 14 år                 4min                1077m

Helgi Olsen                             silvur   Junior C drenge 14 år              4min                1147m

Kristianna Skarpheðinsdóttir  4. pláss Junior B II piger 15 år                        2000m             7:52.4 min

Nikoba í Gong                         gull      Junior B piger 16 år                2000m             7:25.8 min

Unnur W. á Tórgarði               bronsaJunior C piger 14 år                 4min                1018m

Elin Døgg Súnadóttir               6. pláss Junior B II piger 15 år                        2000m             7:57.1 min

Sarita Kristina Hansen            gull      veteran dame 30–39 ár lættvekt 2000m       7:28.4 min

Jón Nónklett                            gull      veteran herre 40–49 ár           2000m             6:12.1 min

Bergur Dam Jensen                silvur   veteran herre 30 – 39 ár lættvekt 2000m      6:35.3 min

 

Toni Dam                                silvur   veteran herre 50–59 ár           2000m             6:22.8 min

 

Úrslitini frá spurtinum (200 m) :

Emma Landgaard Nagurset   gull                  Junior C piger 13-14 år           39,6 sek

Unnur W. á Tórgarði               silvur               Junior C piger 13-14 år           41, 2 sek

Sunneva Lamhauge Leo          6. pláss            Junior C piger 13-14 år           43, 1 sek

Helgi Olsen                             gull                  Junior C drenge 13-14 år        34, 7 sek

Elin Døgg Súnadóttir               4. pláss            Junior B piger 15-16 år           38,6 sek

Nikoba í Gong                         5. pláss            Junior B piger 15-16 år           38, 7 sek

Kristianna Skarpheðinsdóttir  18. pláss          Junior B piger 15-16 år           43,9 sek

Jannik K. Dalfoss                     9. pláss            Junior B drenge 15-16 år        35,7 sek

Sarita K. Hansen                     4. pláss            Senior kvinde åben                 38,6 sek

Bergur R. Dam Jensen                        6. pláss            Senior mænd åben                 32,1 sek

 

Stafettin (2000m):

Sunneva, Unnur, Kristianna

og Jannik                                 3. pláss            Junior 10-16 ár                        7:17.7 min

Emma, Helgi, Elin

og Nikoba                                7. pláss            Junior 10-16 ár                        7:30.4 min

 

Í morgin – sunnudagin – kl. 1600 skipar Róðrarsamband Føroya fyri móttøku í ÍSF-húsinum, har høvi verður at heilsa uppá rógvararnar og ynskja teimum tillukku.