Hava ráðstevna um hval og kóp sum buðardyggur matur

Ætlanin er at fáa kokkar úr fleiri londum at gera rættir úr hvali og kópi

 

Gongst sum ætlað, verður ein heldur sermerkt ráðstevna í Føroyum næsta ár. Tað er ein ráðstevna, har endamálið er at varpa ljós á hval og kóp sum matvøra.

Felagsskapurin sum hevur við hval og kóp í Norðuratlantshavi at gera, Nammco, hevur havt ársfund og har skutu umboðini fyri Føroyar upp at hava eina ráðstevnu næsta ár við tí endamáli at varpa ljós á hval og kóp sum matvøra.

Kate Sanderson úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, hevur verið forkvinna í Nammco síðani í 2019, men eftir ársfundin nú, tekur Noreg við formansskapinum. Bjarni Mikkelsen á Havstovuni, er formaður í vísindanevndini hjá Nammco og tað er hann til 2022.

Á ársfundinum hesa ferð var tað eitt uppskot úr Føroyum at skipa fyri eini altjóða ráðstevnu næsta ár um hval og kóp sum burðardygg matvøra. Ætlanin er ráðstevnan skal vera í Føroyum og í tíðindaskrivi frá fundinum, verður uppslýst, at uppskotið var samtykt.

Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland eru limir í Nammco, og Kate Sanderson sigur, at limalondini tóku væl ímóti uppskotinum. Japan, sum var við á ársfundinum sum eygleiðari, boðaði frá, at eisini tey høvdu áhuga at vera við á ráðstevnuni.

Eisini USA, Kanada,Russland og Danmark vóru við á fundinum sum eygleiðarar.

Ætlanin við ráðstevnuni er at varpa ljós á búskaparliga og mentanarliga týdningin av hvalaveiðu og kópaveiðu, og at varpa ljós á, føðsluvirðið í tvøsti og spiki.

Á ráðstevnuni fara kokkar úr londum, sum veiða hval og kóp, at vísa síni kynstur og at vísa, hvussu hvalur og kópur verður etin í teimum ymsu londunum, og teir fara samstundis eisini at viðgera, hvussu hvalur og kópur kunnu brúkast í nútíðar matarlist.