Sunda kommuna lýsti nýggja starvið sum havnarmeistari og tilbúgvingarleiðari leyst í september.
Talan er um eitt fjøltáttað og samansett starv, og kommunan ynskti ein persón við sjóvinnuligari-, tilbúgvingarligari- ella handverksligari útbúgving.
Í Sunda kommunu siga tey í dag, at átta umsøkjarar vóru til starvið, og kommunan hevur sett Magnus Madsen sum havnarmeistara og tilbúgvingarleiðara.
- Magnus er 52 ára gamal, kvívíkingur búsitandi í Leynum. Hann er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari.
Hann kemur úr einum starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012.
- Magnus Madsen byrjar í starvinum í november, og vit í Sunda kommunu ynskja honum vælkomnum, siga tey á síni heimasíðu í morgun.