Landsliðsleikarin, Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld fjórðingsfinalu í donsku steypakappingini, eisini kend sum Santander Cup.
Mótstøðuliðið á útivølli vóru grannarnir, Silkeborg-Voel. Aftaná 60 minuttir stóð á jøvnum 30-30 og neyðugt var við longdari leiktíð.
Heimaliðið var omaná í longdu leiktíðini og endaði tað við 36-34 sigri til Silkeborg-Voel. Sostatt sleppa Jana og liðfelagarnir ikki at royna seg í Final Four í Santander Cup á hesum sinni.
Jana skoraði trý mál og legði upp til trý mál í dystinum.