Nýggj tiltøk skulu økja trygdina eftir álopið á 66 ára gomlu Mariann Stenberg á Retspsykiatrisk Ambulatorium í Brøndby í Danmark í síðsta mánaði. Føroyska kvinnan doyði, meðan tveir starvsfelagar hjá henni eisini fingu skaða, annar álvarsliga.
Í framtíðini skulu starvsfólkini ganga tvey og tvey saman bæði innanfyri og uttan fyri ambulatoriið, tá tey taka ímóti hávandasjúklingum.
Tað upplýsti varastjórin í Region Hovedstadens Psykiatri, Lone Bjørklund, við TV 2 Kosmopol.
Tað er bara ein av fyriskipanunum, sum regiónin fer at seta í verk fyri at tryggja starvsfólkini ímóti harðskapi.
Regiónin hevur harumframt gjørt av, at starvsfólkið skal hava venjing í kreppuhandfaring og sjálvverju.
Arbeiðseftirlitið gav rættarpsykiatriska amublatoriinum í Brøndby eini straksboð eftir álopið. Regiónin setti eitt vaktarfólk í forhøllina og læsti allar hurðar til ambulatoriið.
Men tað, metir eftirlitið, var ikki nóg mikið.
Tí er regiónin komin við fleiri kravboðum upp á at økja trygdina.
Eitt triðja krav eisini komið. Tí sum tað er í dag, so kann ambulatiriið í Brøndby taka ímóti hávandaskjúklingum, sum eru eftirlýstir.
Tað er tó nakað, sum ætlanin er at kann nærri.
– Vit eru noydd at hyggja upp á eina samstarvsavtalu, vit hava við løgregluni. Til vit fáa tosað við løgregluna, so hava vit snøgt sagt gjørt av, at vit taka ikki ímóti hávandasjúklinum, sum eru eftirlýstir, í okkara ambulatoriið, sigur Lone Bjørklund við TV 2 Kosmopol.
41 ára gamli maðurin, sum leyp á tey trý starvsfólkini, tá Mariann Stenberg doyði, greiddi í rættinum í juli frá, tá hann varð framsettur í grundlógaravhoyring, at hann hevði ætlað sær at dripið Mariann Stenberg.
Hann segði, at hann hevði tikið knívin við á deildina, um fundurin við viðgeran skuldi endað so illa. So vildi hann brúka knívin. Men tað var ikki ætlanin, at hann skuldi leypa á onnur.
Region Hovedstaden hevur svarað Arbeiðseftirlitinum, sum skal koma við eini endaligari góðkenning, áðrenn nýggju tiltøkini verða sett í verk fult út.
/ritzau/