POLITIKKUR
Nú Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eftir øllum at døma eru endaði aftur í andstøðu, so hava flokkarnir eisini skipað valbólk til nevndarvalini.
Hetta váttar Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sum kallar tað eina sjálvfylgju, at teir skipa seg í valbólk, tá teir eru riknir út í andstøðu.
Av teimum 45 nevndarsessunum í løgtingsnevndunum fær andstøðan 21.
Jóannes Eidesgaard hevur áður víst á, at tað er undrunarvert, at løgmaður, sum hevur tosað nógv um eina breiða samgongu, bert hevur nýtt fimm samdøgur til at royna hesa.
?Tað tykist sum um, at hann hevur viljað hetta allatíðina, og hann hevur roynt at fingið ryggin frían við øðrum samráðingum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið als ikki er bilsin um, at samráðingarnar hava gingið so væl millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin.
Sjálvur royndi formaður Javnaðarfloksins eisini at loysa knútin, sum gjørdi enda á samráðingunum millum Javnaðarflokkin og sitandi samgongu. Hann fór við einum uppskoti til Anfinn Kallsberg, løgmann. Løgmaður gjørdi ? sambært Jóannes Eidesgaarrd- einki meira við málið.
Jóannes Eidesgaard vil tó ikki siga nakað um, hvat hetta uppskotið innihelt. Tó vil hann siga, at Javnaðarflokkurin flutti seg nógv við uppskotini, men kortini fekk tað ongan týdning.
10 ár
Nú tað er líkt til, at Javnaðarflokkurin eisini eftir hetta valið er endaður í andstøðu, so kann tað gerast tíggju ár, ið Javnaðarflokkurin hevur sitið í andstøðu, um samgongan heldur á í fýra ár.
?Tað er strævið at vera í andstøðu. Vit mugu eisini til at gera eitt sindur av sjálvrannsakan. Bæði eg persónliga og flokkurin. Hetta gevur okkum nakað at hugsa um, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur seg vera sannførdan um, at tað ikki er politikkurin hjá flokkinum, sum hevur skyldina í, at teir eru aftur endaðir í andstøðu.
?Tað eru onkrir flokkar, sum ikki vilja, sigur Jóannes Eidesgaard.
Samráðingarnar við sitandi samgongu upplivdi Jóannes Eidesgaard sum seriøsar samráðingar, men talan gjørdist kortini ongantíð um veruligar samráðingar við Sambandsflokkin ístaðanfyri Tjóðveldisflokkin.
Hann leggur afturat, at tað má vera enn meira skuffandi fyri Sambandsflokkin, sum gjørdist størsti flokkur á valinum, nú aftur skula sita í andstøðu.
Rudda upp
?Tað er tó rímiligt, at júst somu flokkar, sum hava gjørt hesa niðurskurðir í blokkinum, sleppa at rudda upp hjá sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eisini heldur Jóannes Eidesgaard, at talan er um eitt kraftigt høgra-rák.
?Tað er ikki bara her hjá okkum, men í øllum Evropa, at vit síggja eitt kraftigt høgra rák. Tað gongur eisini gott í Føroyum, og tílík rák koma ógvuliga oftani í góðum tíðum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann roknar við, at nógvar av orðingunum og ætlanunum í samgonguskjalinum kundi Javnaðarflokkurin havt tikið undir við, men tað skuldi so ikki vera Javnaðarflokkurin, sum endaði í samgongu.