Hava skrivað undir sáttmála um barnagarðin

Um eitt ár hava hvalbingar fingið barnagarð til 60 børn

Í gjárkvøldið skrivaðu skrivað Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, undir sáttmála við SH- Bygg um at smíða barnagarðin í Hvalba. Tað skrivar Hvalbiar Kommuna og tað er eitt samt bygdaráð, sum hevur góðkent sáttmálan.

 

Barnagarðurin kostar 12,6 millióinir at byggja, men tá er mvg ikki talt við, og hann verður liðugur um eitt ár, ella í juni næsta ár. Annars er komið væl áleiðis at stoypa grundina og tað er eitt arbeiði, Norðberg og Norðberg, hava staðið fyri, og eftir ætlan er hann innilokaður í heyst.

 

Áður hevur bygdaráðið annars eisini samtykt at seta Siri Næs Olsen sum leiðara fyri dagstovnaøkið. Hon er námsfrøðingur og hevur verið leiðari og námsfrøðingur í frítíðarskúlanum, Smæruni, á Tvøroyri seinastu 10 árini.

 

Siri er úr Hvalba, men hon býr í Trongisvági, og hon er byrjað í starvinum hjá Hvalbiar kommunu. Kommunan hevur havt samstarv við Tvøroyrar kommunu um barnaansingarøkið, men nú er hetta samstarv sagt upp.

 

Barnagarðurin er størsta einstaka verkætlanin hjá Hvalbiar kommunu, síðan skúlin og grótkastið vórðu gjørd og har verður pláss fyri 60 børnum í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.