Hava skrivað undir nýggjan sáttmála við maskinmeistarar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið undirskrivað semju

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið undirskrivaðu í dag, tann 9. september 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri maskinmeistarar í vinnu á landi.

 

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. juni 2024 á 4,32% og tann 1. juni 2025 á 3,87%.

 

Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum sáttmálin við tey fimm arbeiðarafeløgini.

 

Sáttmáli og lønartalva verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.