Matfestivalur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tórshavnar Matfestivalur var um vikuskiftið, og í eftirmetingini av festivalinum er fyriskiparin Mortan í Hamrabyrgi sera væl nøgdur við, hvussu alt spældi av.
- Hetta var ætlað sum ein generalprøvi, har eg var fyrireikaður upp á at tað fór at vera eitt lítið nøll, og so var tað tað, men tað vísti seg at vera ovurstórur áhugi fyri einum slíkum festivali, sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Eftir tallerkum og pinnum, ið vóru serveraðir, vóru væl omanfyri 1000 vitjandi, upp móti 3 til 4000 roknar Mortan í Hamrabyrgi við.
Hevur tænt sínum endamáli
Endamálið við at skipa fyri hesum festivalinum var at lata eyguni hjá føroyingum og hjá myndugleikunum fyri fyrst og fremst hvørjir møguleikar liggja í føroyskum mati, og harafturat at varpa ljós á tær umstøður, ið matstovur í Føroyum hava at virka undir dagliga – nakað, ið Mortan í Hamrabyrgi kallar alt annað enn gott.
- Hetta var ætlað sum ein eye-opener hjá føroyingum og politikarum, soleiðis at møguleikarnir og trupulleikarnir í matvinnuni kundu koma fram í ljósið. Sigast má, festivalurin hevur tænt sínum endamáli, greiðir Mortan í Hamrabyrgi frá.
Hann vísir eitt nú á, at karmarnir, sum matvinnan í Føroyum hevur at virka undir, eru alt annað enn nøktandi. Krøvini til framleiðslu av mati gera, at matstovurnar ikki hava møguleika fyri at útnytta tann føroyska kovan til fulnar.
- Her kundu politikararnir kanska fáa at síggja, um teir í veruleikanum eru samdir við tí, ið lógin ásetur av krøvum, vísir Mortan í Hamrabyrgi á.
Frítt spæl
Tey, ið vístu mat fram á Matfestivalinum, fingu so at siga frítt spæl. Alt lat seg gera, og nógv nýtt var at síggja, eins og nógvur matur, ið fólk kanska bara minnast frá fyrr av.
Tó gav Mortan í Hamrabyrgi eisini kokkunum eina uppgávu, nevniliga at roykja mat við torvi.
- Kokkarnir fingu ta uppgávu, at roykja við torvi, bæði fisk og kjøt. Hetta, sum verður torvroykt, fær ein serligan smakk. Aðrastaðni hava tey við at roykja matin við, men tað hava vit ikki í Føroyum. Men eg fekk torv frá einum bónda, sum vit fingu brúkt sum smakkgevara. Hetta er ikki roynt áður, men vísti seg at virka væl, greiðir Mortan í Hamrabyrgi frá.
Aftur næsta ár
Nú festivalurin er farin afturum, fara fyrireikararnir at seta seg niður at eftirmeta.
- Tankin er at tað skal vera afturvendandi tiltak. Hetta skuldi vera ein generalprøvi, at lodda dýpið fyri hvat fólk tíma og vilja. Óansæð hvussu tað gekk, so hevur man nakrar praktiskar royndir. Til næsta ár rokni eg við at tað kanska fær ein annan form, og at tað verður fínpussað. Nú hava vit loddað dýpið, og sóu at áhugi er til staðar, og at grundarlag er fyri slíkum festivalum í Føroyum, sigur Mortan í Hamrabyrgi.