Tá tosað hevur verið um Vestmanna í hondbóltshøpi, hevur tosið aloftast verið um, hvussu menninir í hondbóltsbygdini hava staðið seg í oddastríðnum.
Seinasta ár kundu kvinnurnar tó eisini vera við í reypinum, við tað at tær gjørdu ikki minni enn at vinna steypakappingina, tá tær akkurát megnaðu at knúgva StÍF.
Sama venjara
Venjari hjá vestmannagentunum verður eins og seinasta ár Ioana Rapa, sum seinasta ár vísti seg at vera ein rættuligur fongur hjá vestmannakvinnunum.
Eftir at tær árið fyri vóru komnar upp úr 2. deild, vísti tað seg brádliga, at VÍF var eitt lið, sum avgjørt skuldi roknast við, tá farið varð undir kappingina, og eitt skifti vóru tær væl við í oddastríðnum.
Eftir at stigini eftir fyrra helming av kappingarárinum vórðu býtt í tvey, gekk tó ikki so væl hjá VÍF, og endin gjørdist, at tær máttu taka til takkar við einum fimtaplássi, men samanumtikið má sigast, at vestmannakvinnurnar so avgjørt høvdu sín lut í kappingini seinasta ár.
Ikki nógv broytt
Vestmannaliðið er ikki so nógv broytt í mun til undanfarna ár. Onkur er dottin burturfrá, men hinvegin er onkur eisini løgst afturat, so samanumtikið man styrkin á liðnum verða á leið tann sama, sum undanfarna ár.
Ioana heldur tó, at við tað at fleiri onnur lið hava brynjað seg út til kappingina í ár, verður sera trupult hjá teimum, at gera tað heilt stóra við tey ovastu liðini, men hinvegin ætla tær at gera tað tær eru mentar, fyri at árið í ár ikki skal hylnast verri enn seinasta ár.
Harafturat hava teir eisini heitið sum steypavinnarar at verja, og tær hava ongar ætlanir um at geva hetta frá sær uttan mótstøðu.
Ioana sjálv hevur eisini støðuna á málslúkaralistanum at verja. Seinasta ár var hon toppskjútti í kvinnudeildini, og hetta gevur henni í øllum førum nakað at livað upp til.
Spurningurin verður so, um mótstøðuliðini fara at gera meira fyri at steðga henni hesu ferðina.
Hetta kann tó eisini opnað meira fyri spælinum hjá hennara viðleikarum, og tað man ivaleyst vera ein sannroynd, at hóast Iona er toppskjútti, so eru eisini aðrir góðir leikarar á VÍF liðnum.
Byrjað spakuligt
Venjingin hevur nú undan kappingini ikki verið so hørð hjá VÍF, sum hjá fleiri av mótstøðuliðunum, so Ioana væntar ikki, at tær fara at byrja við tí heilt stóru ferðini.
Vant hevur verið 2 ferðir um vikuna, og hevur venjingin heldur ikki verið hin harðasta. Um hetta er gjørt tilvitað skal ikki vera sagt, men verður hugt eftir gongdini hjá vestmannakvinnunum seinasta ár, er væl hugsandi at Iona við hesum ætlar, at tær skulu hava meira eftir í sær, tá farið verður undir seinnu helvt, har stigini av álvara fara at telja.
Ræður um at
seta sær mál
Iona sigur víðari, at í hondbólti ert tú altíð noyddur til at seta tær nýggj mál, um so er at tú skalt gera tær vónir um at gerast betri. Tískil ætla tær sær at gera sítt besta í hvørjum dysti, og so vóna at hetta fer at røkka til at betra um samlaðu úrtøkuna seinasta ár. Um hetta so er nóg mikið, tað vil so tíðin vísa.
Í øllum førum tykist tað verða vist, at vestmannakvinnurnar eiga at verða tiknar í álvara, og alla ta tíð tær hava sterka rumenska leikaran við á liðnum, hava mótstøðuliðini eisini allar orsøkir til at vera varnar, tá tær taka ímóti VÍF.
Kunnu tær framhaldandi halda fast í positivu gongdini, kann tað væl fara at verða at hondbóltstosið í Vestmanna framyvir verður meira í tráð við javnstøðulógina.