Hava stillararnir fingið nýggjársheilsan?

19. januar skulu 171 valevni upp á skafottið, 33 koma heilskapað niðurav aftur. Persónliga hevur undirritaði einki ímóti um tey, sum tóku undir við Føroyum, sum eitt valdømi, hoyra súsið frá guillotinini

Nógv hevur verið tosað um Føroyar sum eitt valdømi. Gongdin gjørdist,sum fleiri høvdu roknað við, ongar greiðar viðtøkur um , hvussu fram skal farast. Tvørturímóti bendir nógv á, at fleiri nú hava fingið kaldar føtur.

 

Ein av mongu broytingunum eru stillararnir. Fyri nógvar hevur hetta verið ein heiður, at verið stillari fyri sín flokk. Í fleiri førum hevur hetta gingið í arv, og ikki sørt av hátíðardámi var, tá formenninir fyri valfeløgini fóru runt og bóðu um undirskriftina.

 

Álitið avspeglaðist sjálvandi, at viðkomandi persónar føldu tað sum sína skyldu at stuðla sínum flokki, ella valevni, og her sveik álitið ikki.

 

Hetta er søga í dag. Teir 10-15 stillararnir úr hvørjum valdømi eru nú blivnir 10-15 um alt landið.

Tí er mín spurningur: Hava tit fingið nýggjársheilsan frá teimum, sum tóku undir við Føroyum, sum eitt valdømi? um ikki, so skal eg geva tykkum hana fyri trúgva tænastu ímóti flokkinum.