Hava svikið lyftið til pensjónistarnar

HEILSUTRYGD Tá ið Heilsutrygd varð stovnað, varð sagt, at alt gjaldið skuldi umvegis skattin, men tað lyftið er ikki hildið sigur formaðurin í landsfelagnum hjá pensjónistunum

- Hetta er so ikki tað, sum tey lovaðu okkum.
Tað staðfestir Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagnum hjá Pensjónistunum.
Hann sipar til ætlanina hjá samgongini at leggja gjaldið til Heilsutrygd um.
Higartil hava øll goldið 265 krónur um mánaðin í Heilsutrygd, sama, hvussu inntøkan er.
Men nú skulu øll rinda eitt grundgjald upp á 160 krónur, umframt 0,55% av skattskyldugu inntøkuni.
Hann sigur, at í landsfelagnum hjá pensjónistunum hava tey ikki havt stundir at gjøgnumganga ætlanina.
Men tað skilst á honum, at tey føla seg lumpað av politikarunum.
- Men í fyrstu atløgu kann eg staðfesta, at hetta er ikki tað, sum politikararnir lovaði, tá ið sjúkrakassarnir vórðu avtiknir.
Hann vísir á, at tá ið landið ognartók Sjúkrakassarnar, var tað við tí fyri eyga at stovna eina almenna sjúkratrygd, har útreiðslurnar verða tiknar inn umvegis skattin.
- Men tað, sum kom burtur úr, var ikki annað enn tað, at vit fingu ein almennan sjúkrakassa ístaðin, har øll framvegis hava rindað eina fasta upphædd, akkurát, sum vit rindaðu í tann gamla sjúkrakassan, sigur Arne Thorsteinsson.
- Tá varð sagt, at sum frálíður skuldi leggjast um til eina veruliga sjúkratrygd, har gjaldið varð kravt inn umvegis skattin.
Tað stóð eisini beinleiðis viðmerkununum til lógina um Heilsutrygd, sum Løgtingið samtykti, at tað fasta gjaldið skuldi bara vera galdandi til nýggjársaftan 2011, tí frá 1. janur í 2012 skuldi gjaldið verða tikið inn umvegis skattin.
- Tað sær út til, at tað er fullkomiliga slept, leggur staðfestir Arni Thorsteinsson.
Harafturat heldur hann, at skipanin við flatskatti og forskatting av pensjónum, skeiklað alt til, tí har fingu tey við góðum lønum allan ágóðan, ímeðan tey lágløntu í nógvum førum skulu rinda meir.
- Tað er heilt ótrúligt, tí í øllum framkomnum londum rundanum okkum, er hetta slagið av sjúkrakassa avtikið og ein sjúkratrygd komin ístaðin, har rindað verður eitt ávíst prosent.
- Men hvør hevur sagt, at Føroyr eru eitt framkomið land, leggur hann turrisliga afturat.
Men er tað ikki ein stórur bati, at fasta gjaldið lækkar 105 krónur?
- Jú, men tað hvørvur ikki, sum okkum varð lovað og fyri pensjónistarnir er hetta framvegis ein vánalig skipan, ístaðin fyri, at tað varð lagt undir skattin, sum ætlanin var, staðfestir Arni Thorsteinsson
Hann sigur, at tey í landsfelagnum hjá pensjónistunum nú fara at viðgera uppskotið, so kemur ein formlig fráboðan frá felagnum seinni.