Hava tikið støðu til hvat grótið úr Sandoyartunlinum skal brúkast til

Tað er ein góð íløga, tí vit fáa nógv fyri pengarnar, sigur Bogi Andreasen, býrráðslimur í Havn

Nú er loksins greitt, hvat tað nógva grótið úr Sandoyartunlinum, skal brúkast til.

Felagið, sum ger tunnilin, hevur ætlað at tyrva tað í haganum oman fyri Velbastað, men í Tórshavnar Býráð hava tey leingi viðgjørt málið fyri at vita um tey ikki kunnu fáa meiri nyttu burtur úr uppskotinum.

Ein ætlan, sum hevur verið nevnd, er at brúka grótið til at gera eitt stórt ídnaðarøki á Gomlurætt, og Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, sigur, at Vinnunevndin hevur nú samtykt at brúka grótið til eitt ídnaðarøki.

Sostatt hevur nevndin samtykt at arbeiða víðari við málinum og at beina tað í Byggi- og Býarskipanarnevndina og Teknisku nevnd at vita, hvat tey halda um uppskotið. Men tað er alt, sum bendir á, at tað verður samtykt, i hetta hevur fleiri verið nevnt sum ein sjálvsagdur møguleiki, og tað varð eisini frammi á borgarafundi á Velbastað um grótið.

Ídnaðarøkið verður beint vestan fyri verandi havnarlag á Gomlurætt og Bogi Andreasen sigur, at talan verður um eitt ídnaðarøki upp á einar 45.000 fermetrar, sum er eitt sindur minni enn nýggja ídnaðarøki á Sundi, er.

Tað er rættiliga ómakaleyst at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, tí tað er beint við, har tunnilin kemur upp, so grótið skal bara koyrast úr tunlinum, og so nakrar fáar metrar afturat – ella tað verður siglt vesturum verandi havnarlag.

Men tað kann vera rættiliga ringt í sjónum á Gomlurætt og tí verður neyðugt at spreingja nakað av stórum gróti úr hamrinum við Gomlurætt, at leggja ytst á ídnaðarøkinum at verja fyri briminum.

– Tað merkir so, at vit eisini fáa møguleikan fyri at gera tunlar undir hamaran, og teir kunnu eisini brúkast til ymisk endamál, sigur hann.

Hann sigur, at hetta verður ein væl bílig loysn fyri kommununa, tí tey fáa eitt stórt ídnaðaøki, og goymslutunlar, fyri lítið og lætt, sigur hann.  

Hann sigur, at tað er stórur tørvur á einum ídnaðarøki í Tórshavnar Kommunu, tí tey hava einki, sum er.

Harafturat fer eitt ídnaðarøki á Gomlurætt at liggja væl fyri, serliga tá ið Sandoyartunnilin er liðugur.