Løgtingið hevur verið á fundi í morgin og har hava tey samtykt eina bráðfeingis játtanrlóg soleiðis at samfelagið framhaldandi kann rekast eftir nýggjár, tá ið fíggjarlógin fer úr gildi.
Fíggjarlógin fer úr gildi á nýggjárinum, men nú er val útskrivað at vera 8. desembur, og tað merkir, at Løgtingið fer ikki at lukkast at samtykkja eina fíggjarlóg fyri næsta ár áðrenn 1. januar.
Tí legði Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fyri Løgtingið um eina bráfeingis játtanarlóg fyri næsta ár og tað varð einmælt samtykt.
Endamálið er at tryggja at Landskassin eisini kann halda sínar skyldur eftir nýggjár, eitt nú at krevja skatt og at rinda fólki løn, og eisini so at landskassin rinda allar neyðugar útreiðslur fyri at samfelagið framhaldandi kann rekast ótarnað til tað nývalda Løgtingið samtykkir eina fíggjarlóg fyri næsta ár.
Eftir lógini skal nývalda Løgtingið koma saman klokkan 10 tann tólvta yrkadagin eftir valdagin so løgtingsformaðurin sigur, at tann fyrsti løgtingsfundurin verður fríggjadagin 22. desembur - men løgmaður hevur kortini heimild at boða til fundar áðrenn freistin er farin. Tá ið Løgtingið er sett, skulu tey velja løgtingsformann og næstformann.