Ågot, sum liggur í Umanak-fjørðinum í Grønlandi og tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum útróðrarmonnum, hevur aftur verið inni í Umanak og landaði. Hesaferð høvdu teir umleið 85 tons.
Símun í Vátutoft, kokkur umborð á Ågot, veit at siga, at Vesturleiki, sum eisini tekur ímóti fiski í Grønlandi, var inni og landaði og skifti fólk síðsta vikuskiftið. Nú eru teir komnir út aftur í fjørðin at liggja.
- Nú eru smáar tvær vikur, til vit fara at skifta fólk aftur. Hin 15. september skulu Christian, Steffan Arthur og eg heim. Umborð koma Ólavur Poulsen og Sjúrður Steinberg. Eg og Christian hava verið umborð á Ågot heilt síðan 3. juni.
Steintóra, dóttir Hjaltur og Mariu, var umborð á Ågot og vitjaði í gjár. Hon hevði nakrar av sínum vinkonum við sær. Hon heldur tað vera stuttligt at vera í Umanak og sigur, at henni dámar væl at ganga í skúla her.
- Steintóra hevur longu lært eitt sindur av málinum - í størstan mun tey orð og setningar, sum brúktir verða í gerandispráti.
Símun í Vátutoft sigur, at Pól Eyðfinn, sonur Hjaltur og Mariu, eisini er við Ågot. Hini børnini hjá teimum, sum ikki eru í Grønlandi, eru Kristina, sum gongur í studentaskúla á Kambsdali og Rebekka, sum gongur á fiskivinnuskúla í Vestmanna.
Símun í Vátutoft hevur eisini sent In.fo mynd av grønlendingi, ið var við einum av útróðrarbátunum, sum landaðu til Ågot, og hesin maðurin, sum sæst á innsettu myndini, hevur áður spælt hondbólt við VÍF.