Dvøljan eitur nýggja partafelagið, sum eigur alt matstovuvirksemi í SMS í Havn. Hetta fevnir um matstovurnar Burger King, SunSet og Perluna, umframt nýggju café’ina Baresso, og eru tað Havgrímur Johannesen og SMS, sum eiga hvør sína helvt í felagnum.
Havgrímur sjálvur er stjóri í Dvøljan, meðan stjórin í SMS, Niels Mortensen, er nevndarformaður. Dan Olsen, Havgrímur Johannesen og Kára Gunna Óladóttir eru nevndarlimir í partafelagnum, sum hevur ein partapening upp á fýra milliónir krónur.
– Vit hildu hetta vera áhugavert, og valdu at sláa okkum saman í eitt felag, har vit ætla at dríva á, sigur Havgrímur Johannesen. Hann ynskir ikki at siga nakað um keypsprís, men sigur bara, at báðir partar eru nøgdir við prísin.
Í endamálsorðingini hjá partafelagnum Dvøljan stendur, at: »endamál felagsins er at reka matstovuvirksemi, keyp og sølu og annað starv í hesum sambandi.« Havgrímur Johannesen er tó fáorðaður, tá vit spyrja hann um hann ætlanin er at víðka um matstovuvirksemi og fara út um SMS við hesum.
– Eingin veit, er stutta svar hansara.