Havhestur sær ikki mun á mati og ruski

Havhestur um okkara leiðir hevur munandi minni av ruski í maganum enn havhestur syðri og eystari í Norðsjónum og í Skagerak. Men flestu høvdu helst roknað við, at munurin var størri, sigur fuglafrøðingurin, Bergur Olsen

Kanning

Bergur Olsen, fuglafrøðingur, hevur skrivað eina grein, sum liggur á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni. Greinin snýr seg um rusk á havinum og rusk, sum funnið er í havhestamagum.
Hann vísir á, at nøgdin av ruski, sum funnin er í magum á havhesti, er størst í landsynningshorninum av Norðsjónum.
- Tað sæst, at ruskið minkar longur norður, tú kemur, men kortini hava føroysku havhestarnir ein fjórðing av tí ruski í maganum, sum havhestarnir hava sunnast í Norðsjónum. So heilt reint er ikki, og flestu mundu helst roknað við, at munurin var størri, staðfestir fuglafrøðingurin.

Nógv plastik
Hyggja vit at, hvussu nógv pettir av plastikki eru í magunum, er munurin millum Norðsjógvin og okkara havumhvørvi størri.
- Í miðal hevur ein havhestur í Norðsjónum 44 plastikpettir í maganum. Hinvegin hevur ein føroyskur "bert" sjey, sigur fuglafrøðingurin.
Í londunum kring Norðsjógvin verður nøgdin av plastikki og øðrum ruski, ið verður funnið í maganum á sjálvdeyðum havhesti, nýtt sum eitt mát fyri, hvussu dálkaður sjógvurin er.
- Ætlanin er, at hesar kanningar skulu halda fram, soleiðis at tær kunnu vísa gongdina í royndunum at minka um dálkingina av havinum. Hetta tiltak, sum ES stuðlar, verður rópt, "Save the North Sea".
Føroyar eru við í hesum kanningum fyri at hava eitt mát fyri, hvussu nógv rusk er í havhesti uttanfyri Norðsjógvin ella í einum reinum havi, sum okkara havøki ofta verður rópt.
Sera góðir møguleikar eru at fáa hendur á magum til kanningar í Føroyum, tí her verður havhestur veiddur. Í hinum londunum verða magarnir tiknir úr sjálvdeyðum fugli.

Skráseting
Tað er Fiskirannsóknarstovan, sum umboðar Føroyar í hesum arbeiði, og stuðul hevur verið veittur av játtanini til umhvørvisverndartiltøk frá Innlendismálaráðnum.
- Men stórur partur av havhestunum og magunum er fingin til vega við ókeypis hjálp frá eitt nú Jens-Kjeld Jensen og Poul Johannis Joensen, vísir fuglafrøðingurin á.
Hann sigur, at skrásetingin av ruskinum í magunum verður gjørd í Texel í Hálandi, meðan restirnar av rættari føði, sum er í magunum, verða sendar aftur til Føroya, har tær verða kannaðar nærri.
- Hetta gongur fyri seg á Náttúrugripasavninum, har Solveig Sørensen eitt nú greinar og mátar nytrur, høgguslokkanev, kjaftar av bustmaðkum og aðrar restir av føði, sum verða funnar í magunum.
Bergur sigur, at Jóhannis Danielsen, sum skrivar Phd um havhest, er eisini knýttur at kanningini.

Føðin broytist
Meginparturin av magunum eru tiknir úr havhesti, sum er fleygaður til matna, bæði á landi og umborð á skipi.
- Tað tykist, at bæði nøgdin av ruski og samansetingin av føði broytist gjøgnum árið, og tí verður nú farið undir at kanna hetta nærri yvir alt árið.
Bergur Olsen, fuglafrøðingur, sigur, at einir 600 havhestamagar skulu kannast í hesum sambandi og til at fíggja hetta arbeiði, er søkt um stuðul frá eitt nú oljufeløgunum.