? Havi bæði beinini á jørðini

? Tað var heilt ótrúliga løgið, tá eg uppdagaði, at eg hevði vunnið. Eg trúði tí ikki. Eg ringdi fleiri ferð til kiosk Vár í Runavík fyri at fáa tølini, og eg ringdi eisini til eina vinkonu í Danmark. Og síðani havi eg havt trupult at sovið, sigur Janus Uldall, sum leygardagin gjørdist millíóningur

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað einum føroyingi at vinna høvuðsvinningin í Lotto og vinnarin var Janus Uldall á Skála.

Ein kona í Norðoyggjum vann góða hálvaaðru millión á heysti í 1997, men tað var í Viking Lotto, sum er eitt annað spæl.

Janus hevði tað hepnið, sum skuldi til, og hóast tað hevur gingið meiri enn trupult hjá honum at fáa blund í eyguni síðani leygardagin, so leggur hann ikki stórvegis í tað, tí framyvir kann hann sova munandi róligari.

? Eg fati tað ikki. Eg havi rist á hondunum líka síðani leygardagin og eg geri tað enn, sigur Janus Uldall.

? Eg ringdi til kiosk Vár í Runavík og fekk tølini. Sìðani setti eg meg at kanna øll røðini, sum eg hevði, og tey vóru nógv. Tá eg uppdagaði, at eg hevði røttu tølini, ringdi eg út aftur fyri at tryggja mær, at tølini vóru røtt, og tað gjørdi eg fleiri ferðir. Eg haldi tey hildu meg vera í ørviti, sigur Janus.

Men líka hjálpti. Hann hevði enn trupult at fata at rætt var. So hann gjørdi ikki mætari enn at ringja til eina vinkonu í Danmark og bað hana siga sær tølini - og enn einaferð fekk hann sjón fyri søgn.

Tølini hann hevði, vóru tey røttu, og tey samsvaraðu við tey sum stóðu í rað nummar 303. Tey tølini sum merktu, at hann er vorðin millióningur


Taki tað róligt

Men hvat ætlar nýggi millióningurin so at brúka peningin til?

? Tað havi eg ikki hóming av enn, sigur Janus.

? Eg plagi ikki at brúka pening í eyst og í vest, og soleiðis verður tað eisini framyvir, leggur hann afturat.

Janus Uldall sigur kortini so mikið, at hann ætlar sær at brúka ein part av vinninginum til at gjalda fyri húsini, hann eigur á Skála. Hvat hann fer at brúka restina til, veit hann ikki enn. Tað er alt ov nýtt, hetta við øllum milliónunum.

? Dansk Tipstjeneste hevur boðið mær ókeypis íløguráðgeving, og tí tilboðnum ætli eg mær at taka av, sigur danin, sum gjørdist føroyingur burturav.

? Hóast tað er trupult í dag, so er eingin ivi um at eg framyvir fari at hava bæði beinini á jørðini, sigur Janus Uldall.

Skalt tú ikki hava nýggjan bil, ella skalt tú ikki út at ferðast, nú tú hevur vunnið so nógv?

? Nei, nei. Eg veit einki enn. Fyrst av øllum má eg fata, at eg havi vunnið, sigur vinnarin smílandi.


Treivst betur

í Føroyum

Søgan um Janus Uldall er annars tann, at hann er føddur dani, men flutti til Føroya í 1962.

Her varð hann búgvandi til hann saman við familjuni flutti til Danmarkar í 1975.

Men hann treivst ikki í sínum gamla móðurlandi. Hugurin stóð til Føroyar, og tá hann, sum er útbúgvin rørleggjari, fekk arbeiði á Skála Skipasmiðju í 1985, flutti hann inn á Skála.

Og har hevur hann verið síðani.

Hóast skipasmiðjan lá still í eitt drúgt tíðarskeið, so varð hann verandi á Skála, og sum skilst, so trívist millióningurin bara væl.

? Eg flutti inn á Skála, tí at eg fekk arbeiði her, og hóast tað var eitt sindur torført, tá skipasmiðjan lá still, so hevur tað gingið kortini, sigur Janus.

Um milliónirnar fara at gera, at hann fer at trívast betur, skal ikki sigast, men Janus veit í øllum førum, at hann hevur til dagliga breyðið nakrar dagar fram í hvussu er.

? Sum sagt, so ætli eg mær at liva lív mítt sum eg havi gjørt higartil. Eg havi ongantíð flogið so serliga høgt, og tað fari eg heldur ikki at gera framyvir. Men tað er eingin loyna, at lívið verður lættari at liva, sigur Janus Uldall.