Norska reiðaríið Havila Shipping, hevur nú keypt seg inn í norska offshore reiðaríið Volstad Maritime.
Havila er vælkent í Føroyum. Millum annað situr stovnarin, Per Sævik, í nevndini í føroyska reiðarínum Skansi Offshore.
Havila seldi herfyri partabrøv í einum øðrum reiðaríið, Fjord1, og fekk 1,42 norskar milliardir norskar krónur burturúr, harav 290 milliónir nú verða settar í Volstad Maritime.
Per Sævik sigur við norska blaðið Sysla, at teir enn hava eina trúgv uppá, at oljuvinnan fer at bera seg og tí vilja teir gera sítt til, at eisini Volstad skal framhaldandi skal verða burðardygt.
Per Sævik stovnaði Havila Shippin í 1960unum. Reiðaríið byrjaði við at dríva fiskiskap, men síðan 1981 hava teir eisini verið í oljuvinnuni.