Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava fingið valdið í Havn, men eftir sosialu miðlunum at døma, eru tað verri enn so øll, sum halda avgerðina um at koppa sitandi borgarstjóra vera rætta.
Í øllum førum eru nógv gleps frá illum havnafólkum at síggja á Facebook í kvøld og nú, bert smáar tríggjar tímar eftir boðini um, at Annika Olsen verður borgarstjóri, er fyrsta mótmælistiltakið stápla á beinini.
Tað eru fleiri hundrað fólk boðin til tiltakið og í skrivandi stund eru tey 70, sum siga seg luttaka í mótmælisgonguni.
Soleiðis skrivar fyrireikarin:
Vit havnarfólk finna okkum ikki í at hetta gongur fyri seg, at eitt skitið álop á okkara borgarstjóra verður framt.
Vit vilja heita á øll um at koma oman á vaglið kl 12:00 sunnudagin og vísa okkara Borgarstjóra virðing. Hann fekk 2507 atkvøður og so at verða settur uttanfyri.