Havnar Arbeiðarafelag skal hava nýggjan formann

Heri Reynheim hevur røkt formanssessin, síðan Hans Joensen gjørdist sjúkur og doyði.

 

Heri Reynheim hevur røkt formanssessin í Havnar Arbeiðarafelag, síðan Hans Joensen gjørdist sjúkur.

Sunnudagin hin 30. oktober 2022 andaðist fyrrverandi formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Hans Joensen, 71 ára gamal.

 

- Tí skal felagið hava nýggjan formann hin 4. mars, tá felagið fer at hava aðalfund.

 

Tað veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga í dag. Lagt verður aftrat, at Heri Reynheim hevur røkt formanssessin, síðan Hans Joensen gjørdist sjúkur.

 

Sambært grein 22 í lóg felagsins skulu uppskot til formansvalevni verða nevndini skrivliga í hendi fyri klokkan 12 seinasta vanliga arbeiðsdag í desember 2022 - ella árið fyri, at formaður stendur fyri vali. 

 

Sostatt er freistin farin. 

 

- Vit hava spurt, hvør stillar upp, men felagið sigur, at hetta verður kunngjørt í miðlunum seinni í hesum mánaðinum, veit heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum at siga í dag.

 

 

 

Heri Reynheim hevur røkt formanssessin í Havnar Arbeiðarafelag, síðan Hans Joensen gjørdist sjúkur.