Biograf
Áhugin fyri stórfilmum merkist eisini í Føroyum. Nú tann fjórði filmurin um Harry Potter varð frumsýndur í Havnar Bio síðsta vikuskiftið, var áhugin fyri at hyggja eftir filminum sera stórur.
Vit seldu eini 1000 atgongumerki, áðrenn filmurin yvirhøvur var vístur, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio.
Og vikuskiftið royndist eisini væl, tí ongantíð áður hava so nógv fólk verið í Havnar Bio eitt vikuskiftið.
Hesin filmurin hevur fingið sera góða byrjan, og soleiðis var eisini í Danmark, men enn vita vit ikki, um áhugin fyri hesum filminum varðar líka leingi, sum vit hinum filmunum um Harry Potter, sigur Jákup Eli.
Ætlanin er, at Harry Potter-filmurin verður sýndur í Havnar Bio fram til 14. desember, tá ein annar stórfilmur verður frumsýndur. Tað er filmurin King Kong.