Eitt tað seinasta dømið var, tá ið leitað varð eftir manni í Nólsoyarfirði í januar í ár.
Á fundi í LC Tórshavn hóskvøldið 1. apríl varð avdúkað, hvør fekk LC Tórshavn virðislønina 2004.
Virðislønin verður latin einstaklingi ella felag, sum hevur gjørt okkurt sum gagnar Tórshavnar býi.
Í ár varð so virðislønin latin Havnar Bjargingafelag við hesi grundgeving:
Uttan at gera tað stóra hóvastákið burturúr hevur Havnar Bjargingafelag síðan stovnanina í 1957 verið ein hjálparfelagsskapur, sum óløntur hevur veitt borgarunum í Havnini og her á leiðum trygd fyri, at hjálp verður veitt, tá ið á stendur.
Mong eru dømini um, at fólk frá bjargingafelagnum bæði hava brúkt arbeiðstíð og frítíð sína til tess at fremja eitt starv, sum ikki altíð er vandaleyst. Hetta verður gjørt uttan at hugsa um aðra samsýning enn, at hjálpin vónandi er til nyttu og í summum førum enntá kann bjarga mannalívum.
Eitt tað seinasta dømið var, tá ið leitað varð eftir manni í Nólsoyarfirði í januar í ár.
Havnar Bjargingafelag fær tí handað LC Tórshavn virðislønina 2004 fyri ósjálvsøkna arbeiðið, ið limir felagsins veita borgarunum.
Vegna felagið tók Jens Hansen, formaður, ímóti heiðursskali og einum kekki uppá kr. 3.000.