Havnar Bridgefelag 60 ár

?So leingi eg havi lív og heilsuna ætli eg mær at spæla? (Mortan Rasmussen, bridgespælari í 30 ár)

Havnar Bridgefelag,. sum er elsta bridgefelag í landinum, hevur í dag jubileumskapping, og í kvøld verður veitsla.

Hósdagin í vikuni sum er við at fara, 13. november, fylti felagið nevniliga 30 ár.

Nú er ov seint at fara til nakran av teimum átta monnunum, sum 13. november 1937 settu hvørjum øðrum stevnu fyri at stovna bridgefelag. Eingin teirra er longur á lívi.

Men gerðabøkurnar og brøv eru til, og tað eru eisini spælarar, sum hava verið limir í felagnum í meira enn 40 ár.


Ikki bara klubbalimir

Fara vit aftur til fyri stovnanina av felagnum vóru tað fleiri menn, sum plagdu at spæla bridge í Havnar Klubba, men tað var tann trupulleikir, at tað eisini vóru teir, sum høvdu hug at spæla bridge, men antin ikki kundu ella vildu gerast limir í Havnar Klubba og tí ikki sluppu at spæla við.

Til dømis var so at siga ógjørligt tá hjá sakførarum at gerast limir í Klubbanum. Klubbin hevði tá somu skipan sum nú, at nýggir limir skuldu balloterast inn, t.v.s., at limirnir skuldu atkvøða, um viðkomandi kundi gerast limir. Og sum sagt var torført hjá sakførarum at sleppa ígjøgnum hetta nálareyga, tí millum limirnir var altíð onkur, sum hevði ilt eyga á teimum og fekk aðrar eisini at atkvøða ímóti.

Hetta verður váttað av einum brævi í skjalagoymsluni hjá Havnar Bridgefelag. Tað var ein limur í felagnum, ein sakførari, sum í 1941 skrivaði til nevndina og dámdi lítið, at bridgefelagið skuldi leiga spælihøli frá Klubbanum. Hann skrivar m.a., at hann hevur ikki hug at vera klubbalimur fyri at spæla, vil ikki útseta seg fyri at verða feldur í ballotatión og haraftrat hevur hann als ikki hug at spæla, um klubbalimir sum klubbalimir skulu hava atgongd til bidgefelagið.


Í áravís í Klubbanum

Men hvussu var og ikki. Havnar Bridgefelag leigaði í áravís eitt kvøld um vikuna spælihøli frá Havnar Klubba, líka til Havnar Bridgefelag saman við Nýggja Bridgefelag og Bridgedeild Kaggans í 1992 keypti gamla HB-húsið til bridgehús, og her hevur verið spælt síðan.

At spælt varð so leingi í Klubbanum man vera orsøkin til, at nógv fólk seta havnar Bridgefelag í sambandi við Klubban, men nú eru felagsskapirnir í øllum førum hvør sín.

Teir átta menninir, sum vóru á stovnandi aðalfundinum í Tórshavn Bridgeforening, sum felagið æt tá, vóru hesir:

Bankdirektør Th. Petersen, Sagfører Christensen, Johannes Olsen (Hanneba hjá Sam), Købmand Lauritzen, Konditor Sigfried Skaale, Bogholder Einar Dahl, Adler Olsen og Bogholder Roland Hansen.

Teir átta bridgespælararnir blivu fleiri, og sambært limalistum hava teir verið út ímóti 40, so teir hava kunnað spælt við átta- nýggju borð.


Vildu læra

Gomul brøv vísa, at teir hava havt stóran áhuga fyri at lært meira, hava spurt seg fyri um bøkur, og teir hava eisini vent sær til bridgekønar menn í Danmark og Noregi og biðið um vegleiðing í at leggja kappingar til rættis og til at upplæra óroyndar spælarar.

Reimar Isaksen, sum framvegis, er íðin og millum fremstu spælarar í landinum, bleiv limur í Havnar Bridgefelag í 1953.

- Tað var Magnus Jensen, sum lokkaði meg at koma at spæla. Eg hevði altíð spælt kort, og tey trý árini, eg arbeiddi í Íslandi, hevði eg spælt eitt sindur av bridge, meira barr-bridge, tey rópa.

Teir spældu tá eftir tí gomlu skipanini við vienna, men teir brúktu onga veruliga meldiskipan, teir skiftu alla tíðina makkarar, og tað var minni gott, heldur Reimar.

Men so fóru teir at læra seg acol, og harvið blivu meldingarnar neyvari, spælið betri og meira vísindaligt tos kom.


Eitt fast lið

Teir spældu fast hvørt fríggjakvøld, og so vandu teir eisini mikukvøld.

Teir vóru nakrir, sum spældu saman, Finn Winther, Jákup Weihe, Gullak og Reimar, og teir spældu allir etir Goren-meldiskipanini í nøkur ár. Teir spældu so líka, at teir kundu allir spæla saman, skiftust frá kvøldið til kvøld um at vera makkarar, og væl bar til.

Reimar hevur øll hesi árini havt nógvar ymiskar makkarar.


Lært fleiri at spæla

Reimar er ein teirra, sum legði nógva orku í at læra frá sær.

- Eg visti, at tað vóru fleiri, sum høvdu hug at spæla, og eg fór tí undir at hava undirvísing her heima hjá mær sjálvum í nøkur ár.

Tað var fyrst í 1960-árunum, at hann legði øðrum á, og so undirvísti hann aftur seinni í gamla kommunuskúlanum. Nógv eru tilsamans tey fólkini, sum Reimar hevur lært at spæla bridge.

Leingi var Havnar Klubbi eitt mannfólkafelag burturav. Konurnar hjá spælarunum vístu ongan áhuga fyri at koma uppí, og menninir hugnaðu sær saman og spældu í Klubbanum, og teir høvdu sínar veitslur.

Tað var ein serliga veitsla, sum nevndist Gyldenspjæt-kvøldið. Teir møttust á hotellinum at eta gular ertar, fingu alt gott afturvið, og tá tað fór at skriða í fingrunum eftir at sleppa at spæla, fóru teir allir í Klubban og spældu, so leingi sum teir orkaðu.

Hesin siður helt sær leingi.

Men fyrst í 70-árunum fór limatalið at minka, og teir vóru so fáir, at spælt varð bara við fýra borð. Teir vóru ikki so frægt mannaðir, at teir kundu hava liðkapping.

Nøkur ár frammanundan varð Nýggja Bridgefelag stovnað av fólkum, m.a. konufólkum, sum ikki sluppu upp í Havnar Bridgefelag, og øðrum, sum hildu elsta felagið verða blivið í so stirvið.

Í 1972 kom eisini Bridgedeild Kaggans, har einamest yngri fólk vóru limir.

Tað vóru komnar nýggjar tíðin, og fjøldin vildi sleppa uppií.


Øll ella eingin

So kom aðalfundurin í Havnar Bridgefelag 14. september 1973, og hesin fundur kom at broyta felagið fullkomiliga.

Tað var ein stór fjøld av fólki, sum hevði gingið í bridgeskúla, og sum hetta árið vildi í Havnar Bridgefelag at spæla, men ikki kundu tey tað øll, tí fleiri av fólkunum vóru kvinnum.

- Vit gjørdu tá felagnum púra greitt, at antin vórðu øll hesi 22 fólkini tikin upp sum limir, ella kom eingin teirra, sigur Mortan Rasmussen, sum hevur verið limur í felagnum í 30 ár og eisini hevur undirvíst í fleiri umførum á bridgeskúlanum.

Onkur hevði hug at muta ímóti, men tá atkvøtt var, var bara ein ímóti.

Hetta minnist Jancy Mouritsen væl. Jansy var ein av teimum 22.

- Men tá ið vit so vóru komin inn í felagið, vóru teir ógvuliga blíðir. Vit vórðu væl móttikin, sigur Jancy, sum síðan hevur verið limur í Havnar Bridgefelag og hevur trivist væl har.

Aftaná tað fór limatalið at vaksa í felagnum, og felagið bleiv so stórt, at spælt varð í trimum røðum. So trongligt var hjá teimum í Klubbanum, at tey næstan sótu omaná hvørjum øðrum. Limatalið kom upp á næstan 100.

Um tað mundið vóru eitt skifti 13 bridgefeløg í landinum, og bløðini høvdu bridgeteigar. Í Sosialinum var tað Moran Rasmussen, sum skrivaði.


Væntar nýggja

framgongd

Tey seinastu árini hava øll bridgefeløgini líka sum flestu onnur ítrivsfeløg havt afturgongd. Kappingin um frítíðina hjá fólkið er vaksin, tilboðini eru so mong, og bæði sjónvarp og kreppan fáa somuleiðis skyldina.

Men í hvussu er Mortan Rasmussen hevur góðar vónir um, at bridgefólkini fara at gerast fleiri aftur.

- Um bridgefeløgini gera nakað við tað, so vænti eg, at bridgespælið fer at fáa framgongd aftur í Føroyum eins og aðrastaðni. Eg vænti, at fleiri fara at fáa eyguni upp fyri hesum frálíka ítrivi, men tað krevur, at bridgefeløgini veruliga taka sær um reigg. Einki kemur av sær sjálvum, sigur Mortan Rasmussen.