Gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag fór til Finnlands í síðstu viku, har tær skuldu taka lut í heimsmeistarakappingini í estetiskum fimleiki. Kappingin var í finska býnum Espoo, og liðið hjá Havnar Fimleikafelag skuldi kappast ímóti 18 øðrum liðum úr níggju ymiskum londum.
Føroyska liðið endaði á 18. og næstaftasta plássi, men venjarin var nøgd við innsatsin hjá fimleikarunum.
Ónøgd um karakterin
Eyð Strøm er venjari hjá gentuliðnum, sum var til HM um vikuskiftið. Hon var væl nøgd við innsatsin hjá føroysku gentunum, men hon helt als ikki, at karakterurin var í lagi.
- Eg var væl nøgd við innsatsin hjá gentunum. Tær høvdu nógvar nervar undan framførsluni, men eg haldi, at tað gekk avbera væl. Men vit vóru als ikki nøgdar við karakterin, sum vit fingu frá dómarunum. Teir geva tríggjar ymiskar karakterir, og vit hildu okkum vera nógv betri enn danska liðið, sum endaði aftast í kappingini. Í onkrum av karakterunum lá danska liðið omanfyri okkum, og hetta halda vit als ikki vera í lagi. Men síggja vit burtur frá tí, so gekst væl, og vit endaðu frammanfyri danska liðið, sum vit høvdu bæði vónað og væntað, sigur Eyð.
Hon helt annars, at kappingin var sera hørð, og sigur, at fleiri av hinum liðunum vóru ótrúliga sterk.
- Okkara gentur vóru á gólvinum á leið mitt í kappingini, men nervarnir vóru ikki bara komnir, tí tær vóru spentar. Tær sóu eisini fyrstu framførslurnar, og fleiri av liðunum eru also ótrúliga góð. Hetta vóru jú bestu liðini í heiminum, sum vóru á gólvinum, so tað var hørð kapping.
Krevur nógv arbeiði
Fleiri av liðunum, sum tóku lut í HM-kappingini í Espoo, vóru ómetaliga góð, men Eyð heldur tað ikki vera ómøguligt, at føroysku liðini kunnu blíva so góð. Tað krevur, at man ger eitt gott arbeiði hjá teimum yngstu, sigur hon.
- Eg haldi tað ikki vera ómøguligt, at okkara lið kunnu blíva so góð. Vit mugu tó heilt niður til tey yngstu, og so arbeiða við eini langtíðar ætlan. Tað krevur nógv arbeiði, men um vit gera nakað við tað, so skal tað nokk ganga, sigur Eyð Strøm at enda.