Stórkapping, sum í veruleikanum er FM, var fyri yngru aldursbólkarnar fríggjakvøldið. Genturnar hjá Havnar Fimleikafelag vunnu bæði hjá pinkum og smágentum, og smágenturnar fáa nú møguleikan at luttaka í donsku grand prix kappingini. Tær verða tó bert við sum gestaluttakarar og hava tí ikki møguleika at vinna heiðursmerki, men tær verða dømdar eins og hini liðini. Hetta gevur teimum møguleika at samanbera seg við donsku genturnar. Danska kappingin verður tann 6. apríl.
Fýra fimleikafeløg vóru við í stórkappingini, og gleðiligt var at síggja fimleikafelagið Flog úr Fuglafirði taka lut fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Harumframt vóru Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk eisini við.
HF sigursharri
Havnar Fimleikafelag gjørdist tann stór sigursharrin í hesi kappingini. Felagið vann í báðum aldursbólkunum, men sigurin var tepur, tí Ljósið var beint í hølunum.
Úrslitið hjá pinkum var, at Havnar Fimleikafelag vann við 8,35 stigum, og Ljósið var á øðrum plássi við 8,10 stigum. Støkk endaði á triðja plássi við 7,85 stigum, og Flog fekk 7,35 stig.
Hjá smágentum varð kappast í tveimum serium, eini fríar og einari við bóltum. Úrslitið í fríu seriuni var, at Havnar Fimleikafelag a vann við 8,95 stigum, Ljósið var á øðrum plássi við 8,8 stigum, Havnar Fimleikafelag b fekk 8,1 stig, Støkk 7,85 fekk stig og Flog fekk 7,0 stig.
Í seriuni við bóltum fingu Havnar Fimleikafelag a og Ljósið bæði 8,7 stig. Havnar Fimleikafelag b fekk 8,2 stig, Støkk fekk 7,7 stig og Flog fekk 6,85 stig.
Sostatt vann Havnar Fimleikafelag a kappingina samanlagt og er føroyameistari. Ljósið gjørdist nummar tvey og Havnar Fimleikafelag b nummar trý. Støkk úr Runavík endaði á fjórða plássi og Flog á fimta plássi.
Jan Christiansen setti stórkappingina, og fyrireikararnir eru væl nøgdir og gleðast um, at fýra feløg luttóku í ár.
8. mars verður stórkapping fyri gentur og kvinnur.