Havnar Jazzfelag 40 ár

Leygardagin 21. november fyllir Havnar Jazzfelag 40 ár, og dagurin verður hildin við stórari jazzkonsert.

Leygardagin 21. november fyllir Havnar Jazzfelag 40 ár, og dagurin verður hildin við eini jazzkonsert av teimum heilt stóru í Reinsarínum, har Fagrir Fuglar, Plúmm og Gø umboða hvør sítt ættarlið innan føroyskan jazz.

 


Havnar Jazzfelag hevur verið eitt sera virkið felag, ikki minst í gomlu Perluni, har felagið skipaði fyri nógvum tiltøkum. Tá Perlan varð rivin niður, fór felagið at fjakka kring býin, men síðan Reinsaríið lat upp, hava flestu tiltøk felagsins verið hildin í Reinsarínum.
40 ár er long tíð, og fleiri ættarlið av jazztónlekarum eru komnir og farnir. Men hetta kvøldið fara trý av hesum ættarliðum á pall.




Fagrir Fuglar er eitt samstarv millum føroyskar tónleikarar og danska saksofonleikaran og tónasmiðin Karsten Vogel. Samstarvið kom í lag, tá Roland Thomsen, ið var limur í Havnar Jazzfelag skipaði fyri mentanarstevnu í Havn í 1976. Hann bjóðaði Karsten Vogel, ið hevði vitja í Føroyum við Burning Red Ivanhoe í 1971, aftur til Føroyar at spæla sum solistur saman við føroyskum tónleirakarum. Vogel var vorðin forliptur í landinum, og tók av tilboðnum beinanvegin. Kristian Blak fekk uppgávuna at savna ein bólk, ið varð mannaður av Jan Arge Jacobsen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Kristian Blak og Karsten Vogel. Tá kvartettin eitt kvøldið spældi á somu konsert sum Kræklingar, bað Vogel gittarleikarin í Kræklingum Ólav Øster um at koma við í bólkin. Seinni kom eisini Ernst Sondum Dalgsgarð við í bólkin, og gjørdist hetta stambólkurin hjá Vogel í Føroyum. Undantikið Ernst, hevur tað eydnast at savna upprunamanningina í Føgrum fuglum. Men dugnaliga Andrea Heindriksdóttir fer á konsertini at røkja leiklutin hjá Ernst.
Á 40 ára konsertini manna hesi Fagrar Fuglar
Karsten Vogel, saksofon
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Ólavur Øster, gittar
Kristian Blak, klaver
Jóhannus á Rógvu Joensen, bass
Jan Arge Jacobsen, trummur



Plúmm er eitt dømi, um ungar mans við serligum tónlistarligu gávum, ið finna saman um tónleikin. Hóast bólkurin hevði sítt størsta hitt í 1985 við lagnum “Stjørnuskot”, og hóast her var talan um reguleran popp, og hóast Plúmm undir øðrum nøvnum hevur luttikið á nøkrum av bestu føroysku popp útgávunum, so er tað neyvan nakar tónleikaáhugaður, ið ikki forbindir Plúmm við jazz. Bólkurin er sprottin úr umhvørvinum kring Havnar Jazzfelag, ið gav teimum spælirúm og íblástur. Teir mundu vera um 14-15 ára aldur, tá teir fyrstu ferð spældu til tiltak hjá Havnar Jazzfelag.

 


Heilu útgávurnar hjá bólkinum einasta fløguútgávan er eisini jazzur. Plúmmararnir hava levera úrmælingar, ið hava gjørt um seg í nógvum ymiskum samanhangum, og hóast samanrenningin millum Leiv Thomsen, Rógva á Rógvu, Arnold Ludvig, Magnus Johannesen er meira enn 30 ára gomul, so er sambandið millum teir enn sterkt hvørja fer teir fara á palln.
Á 40 ára konsertini manna hesir Plúmm
Leivur Thomsen, gittar
Arnold Ludvig, bass
Magnus Johannesen, keyboards
Rógvi á Rógvu, trummur

 


GoGø er ein av mest spennandi ungu bólkunum í løtuni, eins og við Plúmm er her talan um ungar mans við serligum tónlistarligu gávum, ið finna saman um tónleikin, tónleikurin er eksperimentarandi og avbjóðandi, og hugurin leitar til fusiónstónleik, funk og jazz. Men mest av øllum dregur tónleikurin inn í seg, spæligleðin smittar og evnini imponera.
Á 40 ára konsertini manna hesir Gø
Kristian Pauli Ellefsen, klaver, synth
Ólavur Gaard, gittar
Árni Jóhannesson, bass,
Hjørtur Pætursson Háberg, trummur