Havnar Kommuna fær alla ábyrgd av barnaansingini longu næsta ár

? Nú fáa kommunurnar alla ábyrgdina av barnaansingini. Í fyrstu atløgu verður Tórshavnar Kommunu helst skipað sum eina royndarkommunu

Nú skulu kommurnar sjálvar hava alla ábyrgdina av barnaansingini.

Og tað er eitt mál, sum ætlanin er at avgreiða skjótt.

Longu mánadagin verður fundur ímillum landsstýrið og Tórshavnar Kommunu um málið og ætlanin er at røkka einum úrsliti longu í góðari tíð komandi ár.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna - og heilsumálum sigur, at vit mugu koma burturúr teirri ógreiðu støðu, sum nú er, og sum bara førir ósemjur og skuldsetingar við sær, tá ið tað ikki gongur eftir vild.

Og hon er eisini sinnað at gera nakað við tað sum skjótast.


Røringur í

Nú er rættiligur røringur komin í málið viðvíkjandi barnaansing.

Seinastu dagarnar hevur ein sannur orðadráttur verið ímillum kommunurnar og landsstýrið um barnaansingina, tí kommunurnar hava hildið, at landsstýrið raðfestir barnaansingina ov aftarliga og setir ov lítið av pengum av til endamálið.

Hinvegin sigur landsstýrið, at tað eru ikki umstøður til at seta meiri av til endamálið, enn tað er gjørt.

Fyrr var tað so, at landið betalti 40% av barnaansingini, kommunurnar 30% og foreldrini 30%.

Men fyri 1998 og 1999 gjørdu landsstýrið og kommunurnar eina neyðsemju um, at parturin hjá landinum skuldi lækka úr 40% niður 35% og parturin hjá kommununum skuldi hækka úr 30% upp í 35%.

Sostatt kundi landsstýrið fíggja væl fleiri ansingarplás fyri somu upphædd og ætlanin var, at hetta skuldi nøkta tørvin á barnaansing.

? Tí loypti tað øði í kommunurnar, tá ið fíggjarlógin fyri komandi ár varð løgd fram og landsstýrið bara setir 1,5 millión av til barnansing.

Hetta er ikki meiri enn fígging til 50 dagstovnarpláss av teimum 235, sum kommunurnar hava søkt um.

Avleiðingin av hesum var, at kommunurnar skuldsetti landsstýrismannin fyri avtalubrot og fyri at hava lumpað kommunurnar til at ganga við til eina semju.


Longu komandi ár

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í kommunumálum, sigur, at vit mugu sleppa burturúr hesi ógreiðu støðunu sum nú er, har ið fleiri stovnar hava ábyrgdina av barnaansing, tí tað førir bara til sínamillum skuldsetingar um líkt og ólíkt tá ið tað ikki gongur eftir vild.

Tað er greiðari fyri allar partar, um ábyrgdin og avgerðarrætturin verður lagdur á eitt stað, sigur hon.

Hon sigur, at tað hevur verið frammi fyrr um at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita.

Og hesum tekur hon undir við og fer at arbeiða fyri.

Ein fundur hevur fyrr verið ímillum Tórshavnar Kommunu og landsstyrið um málið.

Men nú er ætlanin at taka arbeiðið uppaftur aválvara og fundur verður aftur longu mánadagin.

?Eg vil sleppa burturúr hesi skipanini sum nú er, at partarnir binda hvønn annan, og bara skylda uppá uppá hvønn annan, tá ið tað ikki gongur eftir vild, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur, at tað er nógv greiðari fyri allar partar av savna ábyrgdina á einum stað.

Hon sigur, at hon dugir ikki at siga, nær kommunurnar fáa barnaansingina at umsita einsamallar.

Men eftir hvat skilst, kann tað koma uppá tal at gera Tórshavnar Kommunu til eina royndarkommunu í fyrstu atløgu, og so at lata restina av landinum bíða.

? Meta vit, at vit eiga at gera Tórshavnar Kommjnu til eina royndarkommunu, fyri at kanna eftir, hvussu hetta riggar, so gera vit tað í fyrstu atløgu, og so gera vit eina heildarloysn aftaná.

Hon sigur, at hon miðjar eftir, at samráðingarnar ímillum Havnina og landsstýrið skulu ganga skjótt.

? Eg miði eftir, at tað skal verða greitt longu komandi ár, í góðari tíð, áðrenn næsta fíggjarár er liðið ov langt út, so at kommunan fær fyrireika seg tá í næsta fíggjarlóg skal gerast, sigur Landsstýrismaðurin.


Blokkur ella skattur

?Helena Dam á Neystabø veit heldur ikki, hvussu tað kann lata seg gera og, hvussu kommunurnar skulu gerast førar fyri at fíggja barnaansingina.

? Tað vildi verið skeivt at sett seg á eina ávísa loysn nú.

? Tað mugu samráðingarnar vísa, men ymsir møguleikar eru. ? Kommunurnar kunnu fáa ein blokk frá landinum, ella skatturin kann verða býttur øðrvísi ímillum kommunurnar og landið.

Men at býta skattin øðrvísi ímillum land og kommunur er kanska eitt størri mál, sum eigur at bíða til allur tann nýggi, kommunali bygnaðurin er liðugur.

? Men hinvegin haldi eg, at allir partar eru sinnaðir til at fáa greiðar linjur í barnaansingini, áðrenn tann tann kommunala heildarloysnin er sett í verk, leggur hon afturat.