Havnar Svimjifelag vann flestu gullmerkini

Svimjing: Stór svimjikapping var í Vági í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum var svimjikapping í Suðuroy. Kappingin, sum kallast Suðuroy Open, var hildin í Vági teir tríggjar dagarnar í vikuskiftinum.

Seks feløg vóru við í kappingini og í samanlagdu støðuni var tað Havnar Svimjifelag, sum vann.

Felagið vann 33 gullmerki, 25 silvur og 10 bronsu. Tvøroyrar Svimjifelag gjørdist nummar 2, tey vunnu 25 gull, 10 silvur og 12 bronsu. Ægir úr Klaksvík gjørdist nummar 3 við 16 gullmerkjum, 17 silvur og 13 bronsu.

Síðani kom Skeggjar á fjórða plássi við 14 gull, 6 silvur og 10 bronsu. Fuglafjarðar Svimjifelag var nummar 5 við 6 gull, 5 silvur og 1 bronsu. Flot gjørdist nummar 6 við 2 gull, 7 silvur g 4 bronsu.

Nøkur bólkamet vórðu sett undir kappingini, men hóast fleiri svimjarar vóru nær við, eydnaðist tað ikki nøkrum at seta føroyskt met.