Havnar Svimjifelag vil hava nýggjan svimjihyl

Meira vatn, takk!

Tað er greiða áheitanin frá Eyðuni Húsgarð, formanni í Havnar Svimjifelag í faldara frá svimjifelagnum, sum er borin út til øll húsarhald í Tórshavnar kommunu í dag.

Tað er ein sannroynd, at svimjihøllin í Gundadali er ov trong til at kunna hýsa øllum svimjarunum í kommununi, umframt einum so stórum ítróttarfelag sum Havnar Svimjifelag.

Eyðun Húsgarð vónar, at kommunan fer at betra um umstøðurnar til svimjing.

- Hetta gerst best við at byggja ein 50 metra hyl vestan fyri verandi svimjihøll. Tað hevði í veruleikanum givið ein hyl, ið var fýra ferðir so stórur, sum verandi 25 metra hylur, skrivar hann í faldaranum.

Føroysk svimjing hevur rokkið framúr úrslitum í altjóða kappingum seinastu árini. Formaðurin í Havnar Svimjifelag er tó sannførdur um, at ein størri hylur hevði havt betri úrslit við sær.

- Harafturat hevði ein slíkur hylur skapt nógv betri møguleikar og pláss hjá almenninginum at svimja. Vit vita, at sum er setast nógv fólk aftur av teirri einfaldu orsøk, at alt ov trongt er í Svimjihøllini í Gundadali. Hesin trupulleikin má og skal takast í størri álvara av Tórshavnar Býráði enn higartil, skrivar Eyðun Húsgarð, formaður í Havnar Svimjifelag.