Havnarbýur á tremur við tónleiki í vikuskiftinum

Tey tónleikaáhugaði kunnu gleðast um eitt vikuskifti við nógvum tónleikarligum upplivilsum fyri framman. Vikuskiftið bjóðar uppá ein vælsvingandi dansibólk, ein framúr dugnaligan trubadur og ein tjekkaðan danskan DJ.

 

Í Rex verður pallurin latin til bólkin Brim. Bólkurin hevur fleiri ferðir áður undirhildið í Rex og hesi kvøld hava verið sera væl eydnað. Bólkurin leggur seg eftir at spæla kendan, góðan dansitónleik og tað er serliga góðir gamlir rockarar ið plaga at verða á skránni.

 

Í Manhattan fer tann navnframi Jens Marni Hansen at syngja og undirhalda. Ex-Showmaðurin er av mongum mettur at verða Føroya besti sangari, og hevur hann lagt rødd til óteljandi hitts og tættir. Jens Marni er tiltikin tónleikari og hann dugir sera væl at skapa ein hugnaligan dám yvir pubbina í miðbýnum.

 

Í Eclipse fer at ganga harðari fyri seg. Har fer danski dj Fætter at leggja lag á. Hann er kendur í Danmark fyri at geva áhoyrarunum eina sanna orkumikla uppliving. Tónleikurin hjá honum ferðast í sjangrinum RnB, pop, house, elecrto, dance, trance og club. Hann hevur brennandi kenslur fyri sterkum tónleiki og hetta merkja áhoyrararnir á hansara mixum.